Vandi fyr at Sandavágur verður ein ghetto

Síðani tað kom fram, at landsstýriskvinnan í almannamálum, hevði gjørt av at strika ætlanina at byggja íbúðir til sinnisveik í Havn og at flyta byggingina til Sandavágs ístaðin hava mótmælini hegla niður yvir hana. Bæði Sinnisbati og Javn hava mótmælt og somuleiðis hevur leiðandi yvirlæknin á psykiatrisku deild mælt til, at íbúðirnar verða bygdar í Havn.

Og nú hava vit fingið upplýst, at Meginfelag teirra brekaðu, MBF, eisini hevur sátt iva um ætlanini.

- At ætlanin nú er at byggja íbúðirnar í Sandavági hava vit sum so ongar viðmerking til, men vit seta spurnartekin við um ein bygd á stødd við Sandavág, ið frammanundan hevur tvey sambýli, hevur tørv á so nógvum búplássum til sinnisveik, sigur MBF, sum sóknast eftir um nøkur tørvskanning er gjørd.

Felagið vísir á, at eftir ST sáttmálanum skulu fólk, ið hava brek, hava møguleika at velja sær bústað og velja hvar og saman við hvørjum tey vilja liva ? á jøvnum føti við onnur, og tey skulu ikki vera noydd at liva á serligum búplássum.

- Tey fólk, sum í dag búgva á psykiatriska deplinum, hava í nógvum førum búð har í nógv ár, onkur heilt upp í 40 ár, og tey eru allar staðni frá í Føroyum. Tí ivast MBF um tað er í samsvari við ST sáttmálan at ?tvinga? fólk at flyta til Sandavágs hóast tey onki tilknýti hava til staðið.

MBF metir eisini, at stórur vandi er fyri ?Ghettorisering? tá so nógvir bústaðir verða lagdir saman á so lítlum staði.

Eftir ST sáttmálanum skulu bústaðarmøguleikarnir hjá fólki við serligum tørvi verða á jøvnum føti við allar aðrar borgarar í landinum.

- Vit mugu fyri alt í verðini fyribyrgja at gomlu stovnarnir sníkja seg inn aftur, sigur MBF.