Nú er stórur vandi fyri, at flakavirkið í Hvalba eisini letur aftur.
Tað staðfestir Ólavur Bjarkhamar, stjóri á TG- Seafood, sum rekur flakavirkið í Hvalba.
Men tað er ikki rávørutrot, sum nú setir flakavirkið í Hvalba í vanda.
Tað er vegasambandi ímillum Hvalba og Tvøroyri, sum er so vánaligt, at tað ber ikki til at flyta fisk ímillum á góðtiknan hátt.
- Vegasambandið er so vánaligt, at sum umstøðurnar eru nú, ber ikki til at flyta lidna framleiðslu av flakavirkinum í Hvalba til avskipingar á góðtiknan hátt.
Einasti mátin at flyta fiskin av virkinum til avskipingar, eru við trailarum, men tað elvir til, at tað ber ikki til at halda tann rætta kuldan allan vegin.
Og tað góðtaka myndugleikar og keyparar ikki.
- Enn hava vit ikki fingið viðmerkingar um hetta, sigur Ólavur Bjarkhamar.
Men hann merkir týðiliga, at keyparar vísa størri og størri ansni í hesum sambandi og hann ivast ikki í, at hetta gongur ikki leingi afturat.
- Tað er alt avgerðandi fyri okkum, at lidna framleiðslan kann havast í røttum kulda allan vegin. Tað ber ikki til í løtuni og støðan, sum nú er, gongur ikki leingi afturat. Tí er neyðugt at finna eina loysn rættiliga skjótt, annars er vandi fyri, at vit mugu lata aftur í Hvalba, sigur hann.
Hann sigur, at talan verður um ein bingjuflutning um vikuna, kanska tveir onkuntíð.
Bílig loysn
Hann sigur, at tey hava roynt í fleiri ár at loysa hendan trupulleikan, men til fánýtis.
Fyrr hava tey mest hugsað um tunnilin, men á TG Seafood hava tey ásannað, at tað verður ikki tey fyrstu árini, at nýggjur tunnil verður gjørdur ímillum Hvalba og Tvøroyri.
Og so leingi kann flakavirkið í Hvalba ikki bíða, tí tá er tað langt síðani stongt.
Men nú er ein nýggj loysn komin undan kavi, sum kundi loyst trupulleikan rættiliga ómakaleyst.
Tað er André Dalfoss, sum hevur útvegað sær ein serligan vogn at flyta bingjur við.
- Hetta er ein vongur, sum Metek hevur útvegað mær og sum er væl egnaður til endamalið við tað, at nú ber til at flyta 40 fót bingjur ígjøgnum tunnilin, sigur André Dalfoss.
Tað, sum er so patent við hesum vogninum, er, at bingjan hongur ímillum hjólini og sostatt er pláss fyri henni í tí lága Hvalbiartunlinum.
- Men nú er tað ein trupulleiki, at eitt sving beint uttanfyri tunnilin, tvøramegin, er ov smalt til at bingjan sleppur ígjøgnum tað.
André Dalfoss sigur, at hann hevur samskifti við Landsverk um svingið og at hann nú bíðar eftir eini loysn.
Ólavur Bjarkhamar staðfestir, at higartil hevur tað altíð verið tunnilin, sum hevur verið trupulleikin, men við hesi loysnini er hann ikki tann bráðneyðuga forðingin longur
- Bingjuvognruin hjá André Dalfoss er ein bílig og brúkilig loysn og tí vóni eg eisini, at útvegur verður funnin fyri, at svingið við tunnilin verður breiðkað.
Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, sigur, at tey vita um trupulleikan og kanna við vælvild, hvussu hann kann loysast, men meiri fær hann ikki sagt enn.