Vandi fyri at Tórshavnar Kommuna verður boykottað

?Fær Tórshavnar Kommuna ikki viðurskiftini í rættlag, er vandi fyri at tiltøk verða sett í verk og at alt arbeiði, sum kommunan hevur í Kollafirði, verður niðurlagt

Ósemja


Nú er aftur vandi fyri verkfallið í Kollafirði.

Bæði Føroya Arbeiðarafelag og Kollafjarðar Arbeiðarafelag gera púra greitt, at fáast viðurskiftini hjá kollfirðingum ikki í rættlag, verða tiltøk sett í verk ímóti Tórshavnar Kommunu.

Sum sæst á grein aðrastaðni í blaðnum, er stór ósemja um viðurskiftini hjá teimum limum í Kollafjarðar Arbeiðarafelag, sum arbeiða hjá Tórshavnar Kommunu. Eitt nú hevur Tórshavnar Býráð tikið sær rætt til at flyta limagjald, eftirl.nargjald og lívstrygging til onnur feløg enn Kollafjarðar Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.

Ingeborg Vinther sigur, at Føroya Arbeiðarafelag hevur ferð eftir ferð roynt at fingið Tórshavnar Kommunu at fáa viðurskiftini í rættlag og at flyta gjøldini á rætta stað, tvs, til Føroya Arbeiðarafelag og Kollafjarðar Arbeiðarafelag.

Seinasta royndin varð gjørd mánadagin, tá ið Føroya Arbeiðarafelag hevði fund við arbeiðsfólkið í Kollafirði.

Á tí fundinum varð staðfest, at kollfirðingarnir vilja framvegis verða limir í Kollafjarðar Arbeiðarafelag.

í einum brævi, sum er sent Tórshavnar Býráð, verður gjørt vart við, at teir vilja samstundis eisini vera uppi í lívstryggingini og eftirlønarskipanini hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Í brævinum krevja kollfirðingina tískil, at Tórshavnar Kommuna flytir øll limagjøld, eftirlønargjøld og gjøld til lívstryggingar til Kollafjarðar Arbeiðarafelag og til Føroya Arbeiðarafelag og ikki til onnur fakfeløg.


Fluttur við tvingsli

? Vit góðtaka ikki, at Tórshavnar Býráð hevur flutt okkum undir eftirlønarskipan hjá fakfelag, har vit ikki eru limir, og heldur ikki góðtaka vit, at býráðið, okkara vegna, trekkir og rindar prosentgjøld til hesa skipan, siga limirnir í Kollafjarðar Arbeiðarafelag í skrivi til Tórshavnar Kommunu.

Ingeborg Vinther sigur, at hetta er síðsta royndin at fáa viðurskiftini í rættlag við góðum.

? Hendir onki nú, verður ikki meiri tosað. So fara vit at hava fund aftur, har vit fara at tosa um, hvørji tiltøk so skulu setast í verk.

Ingeborg Vinther sigur, at ætlanin er ikki at bíða leingi eftir Tórshavnar Býráð.

? Tórshavnar Kommuna fær hesa vikuna at fáa viðurskiftini í rættlag í. Longri bíða vit ikki, sigur hon.

Hon vil tó ikki siga nakað um, hvørji tiltøk talan kann vera um.

Men tað vil Hans Madsen, formaður í Kollafjarðar Arbeiðarafelag.

Hann er púra samdur við Ingeborg Vinther um, at málið skal loysast nú.

? Vit kunnu ikki góðtaka, at støðan er so ógreið, sum hon nú er. Skuldi tað t.d. hent, at ein av limum okkara verður fyri vanlukku, er tað ógvuliga óvist um hann yvirhøvur fær endurgjald frá tryggingini, ella ikki.

? Hann er limur hjá okkum, men vit fáa ikki lívstrygginargjaldið . Samstundis fær annað felag lívstryggingargjaldið, men tað felagið kann skjóta seg innundir, at maðurin er ikki limur har og at hann tí ikki kann fáa tryggingargjald haðani. Tí er tað óvist um hann kemur undir nakra trygging yvirhøvur.

Hans Madsen sigur, at fáast viðurskiftini ikki í rættlag nú, ivast hann ikki í, at tiltøk verða sett í verk ímóti Tórshavnar kommunu.

? Tað kann vera, at alt arbeiði, sum limir í Kollafjarðar Arbeiðarafelag gera fyri Tórshavnar Kommuna, verður niðurlagt.

?Sostatt verður alt, sum Tórshavnar Kommuna hevur við at gera í Kollafirði, lagt lamið.

Í fjør vórðu líknandi tiltøk sett í verk og tað førdi m.a. til, at skúlin stongdi so at ongin skúlagongd var, umframt at onnur arbeiði vórðu rakt.