Ætlanin hjá Ariel Sharon at flyta øll tey jødisku niðursetufólkini úr Gaza-geiranum og at avtofta fýra niðursetubygdir á Vsetara Áarbakka hevur elvt til so stóra øsing í Ísrael, at politikarar í øllum flokkum eru farnir at tosa um, at vandi er fyri borgarakríggi. Samstundis hevur trygdarmálaráðharrin, Tzahi Hanegbi, sagt, at tað er ikki óhugsandi, at onkur bólkur longu hevur lagt eina ætlan um at beina fyri forsætisráðharranum.
-Eg ivist ikki í, at tað finnast fólk, sum longu hava gjørt av at "bjarga ísraelska fólkinum" og at beina fyri onkrum ráðharra, forsætisráðharranum, onkrum løgreglumanni ella onkrum heryvirmanni, segði Tzahi Hanegbi í samrøðu við ísraelska sjónvarpið týskvøldið. Sambært blaðnum Haaretz hevur trygdartænastan Shin Bet kunnað stjórnina um, at onkur tílík ætlan er løgd.
Ísraelska tjóðartingið Knesset umrøddi ta spentu støðuna mikudagin, og har kom týðiliga fram, at politikarar í øllum flokkum stúra fyri gongdini. Fleiri teirra nevndu vandan fyri borgarakríggi, og summir nomu eisini við vandan fyri, at onkur kann fara at gera av við Ariel Sharon, forsætisráðharra.
Átrúnaður
Tað, sum av álvara hevur fingið teir ísraelsku politikararnar at bera ótta fyri lívinum hjá forsætisráðharranum, eru nøkur orð, sum fullu á einari ráðstevnu í Jerusalem í síðstu viku.
Har segði tann sera víðgongdi rabbinarin Avigdor Neventzal, at tann, sum roynir at lata øðrum jødiska jørð, kemur undir ta átrúnaðarligu regluna "din rodef". Eftir hesari regluni er tað loyvt at drepa ein jøda, um hann ella hon setir lívið hjá øðrum jødum í váða.
Hetta hugtakið bleiv seinast umrøtt í tí politiska orðaskiftinum í Ísrael, eftir at Yitzhak Rabin, forsætisráðharri, var vorðin myrdur í november í 1995. Drápsmaðurin, Yigal Amir, segði undir rættarviðgerðini, at hann hevði gjørt eftir regluni um "din rodef". Í rættinum kom eisini fram, at hann hevði fingið stuðul frá fleiri rabbinarum, sum høvdu tætt tilknýti til niðursetufólkini á Vestara Áarbakka og í Gaza-geiranum.
Meiri víðgongdir
Sambært blaðnum Jerusalem Post hevur eingin av rabbinnarunum, sum vóru hjástaddir á ráðstevnuni í Jerusalem í síðstu viku, sagt seg vera ímóti tí, sum Avigdor Neventzal segði. Hinvegin hava aðrir átrúnaðarligir serfrøðingar sagt seg vera harðliga ímóti hansara tulking av "din rodef". Teir siga, at orð hansara eru vandamikil, og at tey kunnu elva til borgarakríggj.
Í sjónvarpssamrøðuni týskvøldið segði Tzahi Hanegbi, at støðan er vorðin uppaftur meiri spent í seinastuni, og at tað ber ikki til at venda gongdini bakið. Hann legði afturat, at stjórnin hevur skyldu at forða fyri, at tað, sum hendi í 1995, skal endurtaka seg. Við hesum sipaði hann til morðið á Rabin og vanda fyri, at Sharon skal fáa somu lagnu.
Leiðarin í trygdartænastuni Shin Bet, Avi Dichter, segði fyrr í vikuni, at høgravongurin í Ísrael er vorðin meiri víðgongdur, og hann vísti á ymiskt, sum fleiri rabbinarar og leiðarar hjá niðursetufólkunum hava sagt í seinastuni. Ætlanin var, at Avi Dichter og ríkisadvokaturin, Meni Mazuz, skuldu umrøða støðuna í gjár.
Sharon-ætlanin
Í fyrstu atløgu hevur ísraelska stjórnin tikið undir við avgerðini hjá Ariel Sharon at flyta 7.500 niðursetufólk úr Gaza-geiranum og at flyta fýra niðursetubygdir av Vestara Áarbakka.
Niðursetufólkini hava hótt við at gera mótstøðu, og mánadagin bað stjórnin Tommy Lapid, løgmálaráðharra síggja til, at niðursetufólkini ikki leypa framav. Sjálvur er Lapid fyrrverandi generalur í ísraelska herinum, og hann hevur einaferð sagt, at tað kennist løgið, at hann nú er noyddur at verja seg ímóti sínum egnu.
Tað er ikki alment kent, um nakar beinleiðis hevur hótt við at beina fyri Ariel Sharon, men tað, sum fleiri av teimum víðgongdu niðursetufólkunum hava sagt í seinastuni, bendir á, at í hvussu er summi teirra aftra seg ikki við at seta seg upp ímóti myndugleikunum. Tað hevur ikki bøtt um støðuna, at ein høgrapolitikari hevur sagt, at eftir hansara tykki er tað ikki so løgið, um niðursetufólkini taka til vápnini, fáa tey boð um at flyta.
Maðurin, sum kom við hesum orðunum, er Uri Elizur, sum var ovasti í herleiðsluni, tá Benjamin Netanyahu var forsætisráðharri. Tey avvarandi hjá Yitzhak Rabin hava fyrr skuldsett júst Netanyahu fyri at hava eggjað øðrum til at myrða Rabin, tá hesin var andstøðuleiðari.
(Kelda: Aftenposten)
MYNDATEKSTUR:
Ísraelskir politikarar tosa í álvara um, at víðgongdir niðursetumenn ella aðrir illir jødar kunnu fara at beina fyri Ariel Sharon, forsætisráðharra. Teir vilja eisini vera við, at vandi er fyri borgarakríggi í Ísrael.