Vandi kann vera á ferð...

Av teimum sum dagliga fáast við at pierca fólk verður tað ikki tilrátt nøkrum at royna at pierca seg sjálvan. Ein má vita, hvat ein ger, tí tað eru ávís punkt, ein kann prika í. Tað lærir ein á piercingskeiðum.
Og um ein fer í holt við tað sjálvur, og ikki reiðiliga veit, hvat ein ger, er tað sera skjótt, at bruni kann koma í, og tað er ikki serliga smart.
Reinføri er sera týdningarmikið, tá tað kemur til piercingar. Tilrátt verður at reinsa eina piercing tvær ferðir um dagin ta fyrstu tíðina aftaná við saltvatni. Um tað verður gjørt, so skuldi vandin fyri, at bruni kemur í ikki verið til staðar. Men sjálvandi kann tað kortini koma fyri. Hinvegin kann tað eisini føra bruna við sær, um ein reinsar piercingina ov ofta. So tað ræður um at fylgja tilráðingini frá tí, sum fremur piercingina.
Nógv hava ring í nøsini og fleiri ringar í oyrunum eisini, men her er ikki talan um piercingar, tí tílíkt verður skotið ígjøgnum, meðan til piercingar verður ein kanyl nýtt.
Summi, sum hava piercingar, siga, at tey ongantíð hava sæð amboðini, ið nýtt verða. Av tí einføldu orsøk, at tey ikki tordu at hyggja, meðan piercingin fór fram. Tað er væl skilligt, um tú til dømis ræðist sproytur, so kann tað ikki vera serliga gott fyri teg at hyggja at, meðan ein verður piercaður. Og enn minni tú sjálvur.