Lágtrýstið, sum hevur givið vind í Føroyum og í Íslandi síðani um vikuskiftið, er eitt óvanliga djúpt juli-lágtrýst. Á veðurstovuni á Stórhøvda í Vestmannaoyggjunum var lufttrýstið 972,8 hektopascal klokkan níggju í gjárkvøldið, og so lágt hevur lufttrýstið ikki verið í Íslandi nakrantíð í juli fyrr.
Tað gamla metið var meiri enn 100 ára gamalt. Tað var á Stykkishólmi tann 18. juli í 1901, tá barometrið vísti 974,1 hektopascal.
Íslendskir veðurmenn høvdu annars væntað, at trýstið fór at koma heilt niður á millum 971 og 972 hpa í gjárkvøldið, og tað var nær við.