Óvanliga nógv mannfólk flutt til Føroya

Seinastu tíðina eru nógv fleiri mannfólk flutt til Føroya enn vanligt

Tann fyrsta apríl búðu tað 50.778 fólk í Føroyum. Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni.

 

Hetta seinasta árið frá apríl í fjør til apríl í ár, er fólkatalið í Føroyum sostatt vaksið 789 fólk ella 1,6 prosent Hagstovan sigur, at orsøkin er, at tað eru fødd 213 børn fleiri enn tað eru fólk, sum eru deyð og samstundis eru 576 fólk fleiri flutt til Føroya enn tað flutti av landinum.

 

Samanborið við seinasta 12 mánaða skeið frá apríl í 2016 til apríl í 2017, er burðaravlopið minkað við 85 hetta seinasta árið, men tað er meir enn uppvigað av, at nettotilflytingin er vaksin við 144.

 

Hagstovan hevur eisini lagt til merkis, at hendan seinasta ársfjórðingin hevur tilflytingin av mannfólki verið serliga. Samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør vaks nettotilflytingin av mannfólki úr 69 upp í 176, samstundis sum at nettotilflytingin av konufólki bert vaks við einum, úr 63 í 64.

 

Hagstovan sigur, at hesi seinastu trý-fýra árini hevur mynstrið annars verið rættiliga fast mynstur í nettoflytingini mánað fyri mánað, men tað er sostatt munand broytt hendan fyrsta ársfjórðingin.