Óvanliga nógv regn

Tað hevur sjáldan regnað so illa í Danmark sum í gjár, tá rættiligt gloprarregn var í Keypmannahavn og norðara parti av Sælandi.

Tær almennu mátingarnar vísa, at tað regnaði 91 millimetrar í Norðursælandi, men hetta eru fyribilstøl, og tí kann tað væl vísa seg, at talið verður uppaftur størri, tá tann endaliga uppgerðin verður gjørd í morgin.

Onkrar privatar mátingar hava annars víst, at tað regnaði 160 millimetrar, sigur TV2.

Tað mesta avfallið, sum er skrásett í Danmark, var tann 9. juli í 1931, tá tað regnaði 169 millimetrar á Ætø eftir einum samdøgri.