Epli
Rógvi Nybo
Eplagróðurin í ár hevur verið góður, og hjá teimum flestu hava eplini víst seg at vera stór og góð. Tó munnu tað vera tey fæstu, ið fingið hava eitt so stórt epli, sum tað, Petur Sólsker tók upp úr eplaveltu síni sunnanfyri Eiði, suðuri undir gamla portri, sum tey kalla tað.
Tá Petur lyfti flagið omanav og tók í eina eplið, stóð tað mestsum fast. Tað hevði grivið seg langt niður í moldina, mátti hálast upp.
Eplið vigar 830 gramm, er 19 sentimetrar langt og hevur eitt tvørmát á 30,5 sentimetrar um miðjuna. Ummálið upp á longdina er 46,5 sentimetrar. Hóast eplið er ovurstórt, er tað ikki illa farið upp á nakran máta, sum stór epli annars ofta hava lyndi til at vera, eingin snigil hevur verið á tí og tað sær sera gott út.
Petur Sólsker setti niður um 20.mai í ár, og tók upp aftur nú leygardagin tann 17. oktober.
Setan var av slagnum Folva, og Petur segði seg brúka vanligt handilstøð.
Um hetta man vera størsta eplið, sum tikið er upp í Føroyum, er tó ilt at gita um, tá eingi slík skrásett hagtøl munni finnast. Sosialurin skrivaði tó í 2005 um eitt annað stórt epli, sum vá 705 gramm.
Vanliga verða 200 gramm av eplum roknað upp á fólkið, tá matur skal gerast, og um so er, kunnu fýra fólk býta hetta eina eplið millum sín, tá tað verður koyrt í pottin.