Kristina Háfoss í Tjóðveldi heldur ikki, at røða løgmans á ólavsøku kann brúkast til so nógv.
- Har er einki samband millum tað, sum sagt og gjørt verður, sigur hon.
Kristina Háfoss saknar fyrst og fremst eina ætlan fyri, hvussu Føroyar skulu síggja út í framtíðini.
- Har var einki nýtt í røðuni, fleiri tóm orð og nógvar endurtekur, sigur Kristina Háfoss.
Hon heldur fleiri dømi vera í røðuni um, at eingin samanhangur er millum, hvat sagt verður í røðuni, og hvat samgongan ger.
Kristina Háfoss heldur ikki, at samgongan livir upp til orðini um at gera landið betri fyri komandi ættarlið.
- Politisku átøkini hava gjørt alt nógv truplari hjá barnafamiljunum. Tað skal satsast upp á eitt nú útbúgving og mentan, verður sagt, men samstundis vitað vit, at framdir eru stórir niðurskurðir á teimum økjunum. Aftur eitt dømi um vantandi samanhang millum orð og gerðir.
Parkera mál
Kristina Háfoss hevur talt í røðuni, at løgmaður fer at seta fimm arbeiðsbólkur.
- Sjálvandi er tað gott at fyrireika mál, men at seta arbeiðsbólkar er ofta ein máti at parkera mál, so einki hendir.
Hon sær ikki fyri sær nakra veruliga ætlan um at gera umstøðurnar hjá pensjonistunum betri. Pensjónsaldurin skal upp, og pensjónirnar verða forskattaðar.
- Røðan er so lítið sigandi. Løgmaður tosar um, at fólk við hægri útbúgvingum hava nógv meira eftir í Danmark enn í Føroyum. Eg ivist í, at tað er rætt, tí í Danmark eru so nógvir skattir og so nógv avgjøld, sum vit ikki hava.
Kristina Háfoss heldur, at løgmaður við røðu síni teknar eitt glansbílæt av Føroyum, tá ið hann sigur, at Føroyar ikki eru nakað stættarsamfelag. Hennara áskoðan er, at samgongan hevur gjørt størri gjógv millum rík og fátøk eitt nú við flatskattinum.
- Hann hevur áður sagt, at vælferðarsamfelagið er ein farin tíð. Nú skal alt vera so gott.
Henni dámar orðini um, at fleiri fólk skulu sleppa í miðnámsútbúgving, og at Marknagilsdepilin kemur. Tað er bara einki nýtt í hesum.
Arrogansa
Kristina Háfoss heldur tað vera løgið, at løgmaður er fyri at lata tað privata gera Eysturoyartunnilin, tá ið Landsverk hevur sagt, at tað almenna kann gera arbeiðið fyri minni upphædd.
- Eg haldi tað vera beinleiðis arrogant, tá ið løgmaður sigur, at eldraøkið skal leggjast út til kommunurnar í 2014. Fyrst sigur hann, at fólkið hevur talað. Jú, fólkið hevur talað og vil ikki hava kommunurnar at umsita eldraøkið. Tað sama við fólkaskúlanum.
Prikkurin yvir i-ið í røðuni heldur hon vera, tá ið løgmaður tosar um ríkisrættarligu støðuna, at trý sjálvstøðug lond skulu vera í ríkinum.
- Tað er áhugavert, at vit hava fingið ein sambandsløgmann, sum er fyri fullveldi. Vónandi ber til at gera eina breiða semju um at biðja um samráðingar við donsku stjórnina um hetta.
Men Kristina Háfoss hevur kortini ikki bestu vónirnar um hetta, tí løgmaður hevur áður sagt, at hann vil hava ríkisveitingina hækkaða.