Var alt ein misskiljing ?

(spurningur til Sjónvarp Føroya)

Helgi Abrahamsen

Í fleiri vikur í vetur, vóru tær uttanríkispolitisku heimildirnar og ES-forfatningstraktatin, eitt fast evni í Degi og Viku. Kvøld eftir kvøld fingu vit hyggjarar at vita, at um danir tóku undir við forfatningstraktatini hjá ES, so bleiv tann danski - og harvið eisini føroyski uttanríkispolitikkurin fluttur úr Keypmannahavn til Brússel. Men av tí at Føroyar ikki eru partur av ES, so fór hetta at vera ein trupulleiki, og tí varð lagt upp til í sjónvarpsinnsløgunum, at føroyingar fóru møguliga at verða noyddir at yvirtaka uttanríkispolitisku heimildirnar. Sama evnið varð eisini brúkt í kjaksendingum í Sjónvarpi Føroya í vetur.

Tá fólkatingsval varð útskrivað í januar, bleiv hetta sama evnið gjørt til eitt av høvuðsevnunum í valsendingunum. Vit í Sambandsflokkinum royndu at fáa boðskapin fram, um at talan var ikki um at flyta heimildir úr Keypmannahavn til Brússel, men mótvegis tí máttmikla tíðindamiðlinum sum sjónvarpið er, megnaðu vit lítið.

Tí undraði tað meg at hoyra Per Stig Møller, uttanríkisráðharra, siga í Degi og Viku tann 31. mars, at Danmark frásigur sær ongar heimildir til ES við forfatningstraktatini, men at talan verður bert um samstarv ímillum ES-londini í teimum førum, tá øll limalondini eru samd. Hann vísti í hesum sambandi til donsku grundlógina sum sigur, at bara kongur (ella stjórnin, sum hann hevur tilnevnt), kann umsita danska uttanríkispolitikkin.

Eg vil tí spyrja redaktiónina í Degi og Viku, um øll hasi mongu innsløgini um forfatningstraktatina, sum vit sóu í tíðindasendingum, kjaksendingum og valsendingum í vetur, bygdu á eina misskiljing, ella er tað Per Stig Møller sum hevur misskilt forfatningstraktatina, grundlógina og danska uttanríkispolitikkin ?