VAR-gøla: Vit hava gjørt ein feil

Premier League: VAR-rúmið hevur viðgingið ein feil av fleiri umstríddum støðum um vikuskiftið

Tað er næstan einki umfar í Premier League uttan eina VAR-gølu. Í gjár slapp miðvallarin hjá Tottenham, Giovani Lo Celso, snikkaleysur frá at traðka niður á skinnabeini hjá liðskiparanum hjá Chelsea, Cesar Azpilicueta.

Eftir dystin var venjarin hjá Chelsea, Frank Lampard, ikki nøgdur við støðuna. Hann heldur fyri, at hetta er aðru ferð at dómararnir í VAR-rúminum ikki geva reytt kort til mótstøðuspælararnar. Fyrr í vikuni var tað, liðskiparin hjá Manchester United, Harry Maguire, sum rendi fótin í jólakúlurnar hjá Michy Batshuayi uttan at fáa revsing.

BBC hevur spurt seg fyri hjá dómaranum, um hví Giovani Lo Celso ikki bleiv útvístur. Fyrst vóru boðini, at hann onga aðrastaði kundi traðka, men seinni viðurkendi VAR-rúmið at talan var um ein menniskjaliga feil og at Giovani Lo Celso skuldi verið útvítur. Chelsea vann dystin 2-1 og Giovani Lo Celso fær ikki eftirfylgjandi revsing.

##med2## 

Í Burnley var eisini VAR-rok. Fyrst fingu gestirnir úr Bournemouth eitt mál kolldømt, har bólturin rættuliga greitt rakar økslina hjá danska Philip Billing. Løtu seinni er aftur ivamál um bólturin rakar økslina ella armin hjá Bournemouth spælara, tá Burnley er í álopið. Gestirnir fáa bóltin og fara í mótálop og skora. VAR tjekkar og kemur fram til, at Burnley skal hava brotsspark í hinum endanum. So í staðiin fyri 1-1, verður støðan 2-0 til Burnley. Viðmerkjarar halda ikki, at talan er greitt um arm. Burnley vann 3-0, men venjarin hjá AFC Bournemoth er alt annað enn nøgdur, tí liðið kundi verið á odda 1-0, og javnað til 1-1.

##med3##

Og alt endaði í dystinum um 2. plássið í Premier League, tá Leicester City á heimavølli tók móti Manchester City. Her vóru tvær støður, har bólturin kom í hondina á spælara í brotsteiginum, men bara Manchester City fekk brotsspark, sum teir tó brendu. Her er rímilig semja millum viðmerkjarar um, at Leicester City eisini átti brotsspark. Manchester City endaði við at vinna 1-0.

Premier League 26. umfar:

Í gjár:

Chelsea 2 – 1 Tottenham Hotspur

Burnley 3 – 0 AFC Bournemouth

Crystal Palace 1 – 0 Newcastle United

Sheffield United 1 – 1 Brighton & Hove Albion

Southampton 2 – 0 Aston Villa

Leicester City 0 – 1 Manchester City

Í dag:

Manchester United – Watford 14:00

Wolverhampton Wanderers – Norwich City 14:00

Arsenal – Everton 16:30

Mánadagin:

Liverpool – West Ham 20:00

1Liverpool26251061:1576
2Man City27183668:2957
3Leicester27155754:2750
4Chelsea27135945:3744
5Tottenham27117944:3640
6Sheffield Utd271010729:2540
7Man Utd26108838:2938
8Burnley271141233:3937
9Wolves26812635:3236
10Everton261061034:3836
11Arsenal26713636:3434
12Southampton271041334:4834
13Crystal Palace27891024:3233
14Newcastle27871224:4131
15Brighton276101132:3928
16Bournemouth27751526:4326
17Aston Villa27741634:5225
18West Ham26661430:4524
19Watford26591224:4024
20Norwich26461624:4818