Ein maður er nú varðhaldsfongslaður í 12 dagar fyri at hava brotið seg inn á fólk í einum húsum í Vágum, seinnapartin leygardagin.
Saman við einum øðrum brutu teir seg inn á fólk í einum húsum í Vágum og húsfólkið føldi seg so mikið hótt, at tey ringdu eftir løgregluni
Løgreglan var skjót á staðnum og handtók menninar og tey søgdu í gjár, at tað gekk skjótt at fáa tamarhald á støðuni.
Menninir vórðu settir í brummuna í Klaksvík, tí teir vóru ávirkaður og av tí sama skuldu teir ikki avhoyras fyrr enn í gjár, tá ið teir vóru edrúir aftur.
Úrslitið er, at annar maðurin er leyslatin á miðdegi í gjár, men hin maðurin varð førdur fyri rættin tí løgreglan vildi hava hann fongslaðan ímeðan málið verður greinað út í æsir.
Og úrslitið varð, at hann varð varðhaldsfongslaður í 12 dagar.
Løgreglan veit ikki, hví menninir brutu seg inn í húsini. Teir høvdu knív uppi á sær, men tað er óvist um hann var havdur á lofti, men undir øllum umstøðum varð staðfest, at eingin varð særdur av knívi.
Eitt fólk fekk nakrar smásnuddir í hendingini, men teir stava ikki frá knívi, sigur løgreglan.