Terji Nielsen
42 avhoyringar eru gjørdar í málinum, og m. a. eru hinir báðir partaeigararnir avhoyrdir.
Men enn vanta fleiri avhoyringar, og tí kravdi ákæruvaldið at fáa varðhaldsfongslingina longda.
Verjin mótmælti hesum, m. a. við teirri grundgeving, at nú var so nógv og umfatandi tilfar í málinum, at hetta var ikki neyðugt
Dómarin segði kortini, at hetta málið hevði ein serligan karakter, so hann metti, at um maðurin varð leyslatin, so kundi hann ávirka kanningararbeiðið.
Tískil var varðhaldsfongslingin longd