Uppsjóvarskipið Finnur Fríði landar 1300 tons av sild hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Finnur Fríði partrolar saman við Fagrabergi, sum landar umleið somu nøgd av sild hjá Kollafjord Pelagic.
Sagt verður, at hetta er stór og góð sild, sum skipini hava fingið norðarliga í føroyskum sjógvi.
Ólavur Bjarkhamar, virkisleiðari hjá Varðanum Pelagic, sigur, at tað helst verður sild, sum skipini fara at koma við teir næstu dagarnar.
- Tróndur í Gøtu og Jupiter eru eisini á sildaleiðunum, og óhugsandi er ikki, at tey eisini koma inn við sild seinni í vikuni.
Virkisleiðarin sigur, at nú oktober er farin at halla, er samlaða ráfiskanøgdin, sum Varðin Pelagic hevur keypt síðan byrjan í juli í ár, stívliga 28.000 tons, meginparturin makrelur.
Myndina av Varðanum Pelagic hevur Birgir W. Høgnesen tikið.