Fyrrverandi landsliðsleikarin, Símun Samuelsen, sum í skjótt tvey ár, hevur verið óvanliga nógv plágaður av skaðum, kom í dag á vøllin fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum.
Símun Samuelsen skuldi ikki brúka langa tíð á vøllinum, áðrenn hann gjørdi um seg. Í nærum fyrstu berøringini hjá Símun í dystinum, kom Símun á máltalvuna. Hann skoraði sigursmálið hjá HB til 2-0, tá 73 minuttir vóru spældir av dystinum.
Hoyr samrøðu við Símun Samuelsen, ið Jóhan Thomsen hevur tikið upp, við at trýsta á leinkjuna omanfyri.
Les eisini: Her vinnur HB klassikaran