Útgangstøðið er, at vit framhaldandi koma at spinna gull av fiskivinnun og eini alivinnu, sum í løtuni er í sera tungari aldu, eins og ein komandi oljuvinna skuldi verða komandi hornasteinur í inntøkum okkara framyvir.
Hesi seinastu tvey kunnu ikki sigast annað enn at verða ivasamar inntøkur í løtuni.
Eisini frættist, at búskaparvøksturin er steðgaður, og m.a. Strandferðslan hevur gjørt greitt, at teir ikki rokna við nøkrum vøkstri í komandi ári.
Tað sær út til, at einans eitt evarska lítið yvirskot verður á fíggjarlógini fyri 2002, - kanska eitt stað millum 70 og 100 mio - og er hetta áðrenn avdráttir eru goldnir av skuld.
Samgonguskútan hevur ikki havt tann byr, sum ein skuldi væntað hóast bæði adoptivbarnið og Miðflokkurin hava svorðið fullveldiseiðin, so sær tó longu út til, at vátt er komið í reiðrið, og stór ósemja er innanborða um trý sera viðkomandi evnir sum eru:
?Yvirtøkan av fólkakirkjuni
?Lógina um skrásett parlag/arvarættin
?Hvussu teir skulu fáa komandi fíggjarlóg at hanga saman.
Eg haldi, at tað er lítið hugsað um vælferðarsamfelagið Føroyar, - tann vanliga føroyingin, mannin og kvinnuna á gøtuni og komandi ættarlið og teirra sosialu trygd framyvir, - tá ríkisveitingin verður skerd uttan himpr og uttan arða inntøku at seta ístaðin.
Hvat verður t.d. gjørt fyri at skapa nýggjar vinnur ella vinnumøguleikar?
Er nøkur ítøkilig ætlan um, hvar tær mistu inntøkurnar skulu koma frá framyvir?
Um ikki, so eru bert tvinnar arðar loysnir, og tað verða skerjingar av almenna sektorinum ella skattur og avgjøld koma at hækka.
Hvat siga fólkafloksmenn til støðuna, jú tað skal eg siga tær - teir tosa Gud hjálpi mær framvegis um skattalætta, hóast framtíðarútlitini eru alt annað en ljós.
Samgongumenn siga, at um vit høvdu havt tær skerdu 366 milliónirnar - ja so høvdu tær bara blivið brúktar álíkavæl!
Tað høvdu tær ivaleyst, tí tað eru sera nógv økir, sum liggja á láni og istaðin fyri at skerja blokkin við kr. 366 mio. pr. ár - kundu nevnda upphæddin verið partvís gjald til at :
?Tryggja øllum føringum eina rímiliga eftirløn - við at latið tær 366 mio pr. ár farið til at hækka t.d. støðisfæið í samhaldsfasta eftirlønargrunninum.
Innan 4 ár vildi hendan upphædd fyriuttan rentuinntøkur verið vaksin til kr. 1.464 mio - altso næstan 1,5 milliard.
Rentan av hesi upphædd, um hon var sett í útlendsk lánsbrøv hevði verið uml. 6% p.a. og hevði hetta givið ca. 310 mio afturat teimum 1.464 mio - ella uml. 1,8 milliard í 4 ár!!!!!!
Eisini kundi einans eit tára niðurskurður verið nýttur til at:
?Goldið nýggju suðuroyarferjuna og stóran part av havnaútbyggingunum til somu.
?Goldið komandi Norðoyartunnilin kontant
?Goldið 2-3 nýggj Ellis-og Røktarheim .
?Givið okkara heilsuverkið neyðugu ábøturnar og útbyggingar, sum sigast at krevja yvir milliardina.
?Goldið uttanlandsskuld .
Tað er sera ringt at fáa eyga á tað skilagóða í hesum politikki.
Ein sera illa umhugsað gerð eftir mínum tykki - har ikki sær út til at verða tikin hædd fyri fylgjunum.
Fullveldi fyri einhvønn prís ? rokningina gera vit upp aftaná ? er felagssangurin hjá sitandi samgongu.