Tað er at fegnast um, at ein arbeiðsbólkur í landsstýrinum arbeiðir við at umskipa sjúkrakassaskipanina, so tað í framtíðini bert verður ein sjúkrakassi í øllum landinum.
Í sambandi við umskipanina er avgjørt neyðugt at halda fast í, at skipanin byggir á limagjald frá hvørjum einstøkum limi, og IKKI verður fíggjað yvir skattin.
Í fyrstu syftu ljóðar tað hetta kanska eitt sindur løgið og ótíðarhóskandi, men skipanin við limagjaldi tryggjar, at øll í skipanini gjalda sín lut. Tað tryggjar ein skattafíggjað skipan ikki. Orsøkin er øll tey, ið ikki gjalda skatt í Føroyum, men búgva her. Við eini limagjaldsskipan bera hesi sín lut á jøvnum føti við øll onnur. Tað gera tey ikki við eini skattafíggjaðari skipan.