Sýslur
Ólavur kongur Kyrri lutaði landið sundur í hóskandi geografiskar sýslur, hvør við sínum sýslumanni, ið síðan ta tíð við løgregluvaldi hevur hildið í nakkan á okkum, at vit ikki av berari maktgyrnd skuldu forkoma hvørjum øðrum.
At sýslumansembætið nú kanska er avoldað er einki at siga til; men eg haldi vit skulu varðveita sýsluheitið sum brúkbart fornminni, eitt nú sum Suðuroyar sýslu kommuna, ið fevnir um alla Suðuroy og báðar Dímunar, Sandoyar sýslu kommuna við Skúvoy, Vága sýslu kommuna við Mykinesi, Streymoyar sýslu kommuna við Nólsoy, Hesti og Koltri, Eysturoyar sýslu kommuna
og Norðoya sýslu kommuna fevnandi um allar oyggjarnar í landnyrðingsparti Føroya.
Býtið kann sjálvandi vera ørvísi; men hyggja vit yvir Føroyakortið, man býtið Ólavs ikki hava verið heilt av leið.
Sýslurnar eru ivaleyst komnar um somu tíð í øll Norðurlond, og í Noregi er tann á Svalbard tann einasta, sum er varðveitt. Í Danmark sløðist farvegur av sýslu eftir í navninum Vendsyssel; men í hinum eru tær mær vitandi heilt horvnar.
Í Føroyum kann mangt vera sagt fyri og ímóti sýslum og sýslumonnum. Ikki hevur skipanin enn rokkið at steðga innlendis klandri; men í hvussu er ganga vit ikki longur og drepa hvønn annan, og sum børn vórðu vit mangan hótt við at fara eftir sýslumanninum, um vit ikki skikkaðu okkum væl, so virðing – ella kanska ræðsla – fyri embætinum man hava fest seg í ungum sum í gomlum.
Len
Fyrsta tiltak í Norðurlondum av hesum slag var, tá Valdemar II Sejr eftir mangar sigrar í 1227 tapti og gavst at kríggjast. Tað, eftir var av tíð sínari, fekst hann við innlendis viðurskifti, m. a. lutaði hann landið sundur í len, fekk skrivað Jarðarbók Valdemar kongs og stutt fyri sín deyð setti í gildi Jútsku Lóg.
Hesin sami Valdemar kongur var tann sum í 1219 í Estlandi gav boð um at varðveita flaggið, sum ein hvirla onkustaðni hevði skrykt leyst og slept niður yvir danska herliðið – tað sonevnda Dannebrog. Eisini var tað hann, sum 1205 giftist Dagmar drotning, misti hana og 1214 giftist upp aftur við Berengariu.
Í Noregi er lensheitið varðveitt.
Amt
Í Danmark vórðu lenini í 1662 niðurløgd og amtsskipanin sett í gildi. Amtini fóru fyri stuttum í søguna og skift um við Regioner, ið tilkomnir danir eru sera illa nøgdir við. Hví skuldi hetta fremmanda heitið heilt óneyðugt troka hálva fjórðu øld gamla amtsheitið av?
Sýsluheiti, kristni og Løgting
Okkara 944 ára gamla sýsluheiti er eftir øllum at døma eldri enn alt tað áður nevnda, heili 161 ár eldri enn nakað annað tílikt í Norðurlondum, kanska einar tvær øldir yngri enn Løgtingið og javngamalt at kalla við kristni her á klettum, og ongatíð betur, um heitini enn og framyvir formliga kunnu nýtast.
Eg vil mæla til at varðveita tey øll trý.