Ávaraði USA um Taiwan og Tibet

USA eigur at virða tey kinesisku áhugamálini og kinesiska ræðisrættin yvir Taiwan og Tibet, men Kina hevur kortini ongan áhuga í einari vápnakappdubbing við USA. Tað var boðskapurin í einari røðu, sum kinesiski forsetin, Hu Jintao, helt fyri leiðandi amerikonskum politikarum og vinnulívsumboðum. Hann skeyt upp, at londini økja samstarvið, tí at tað tænir báðum pørtum, segði hann.

-Hyggja vit í okkara felags søgu, síggja vit, at virða vit hvør annan og áhugamálini hjá hvør øðrum við umhugsni, fáa bæði londini støðugan vøkstur. Gera vit ikki tað, kann tað elva til trupulleikar og kanska enntá spenning, segði kinesiski forsetin.

Hu Jintao legði dent á, at avgerðin hjá kinesisku leiðsluni at menna landsins hermegi hóttir einki annað land, og at Kina hevur ongan áhuga í vápnakappdubbing við USA ella nakað annað land.