Vandamikla E-kolibakterian breiðir seg skjótt, og mælt verður frá at eta tomatir, agurkir og salat úr Norðurtýsklandi Robert-Koch-stovnurin í Berlin hevur sent ávaringina út, tí ein kanning hevur víst, at tey, sum eru smittað, hava etið hesi grønmeti, men tað kann vera, at eisini aðrar smittukeldur eru.
Seinastu dagarnar eru fleiri hundrað fólk í Norðurtýsklandi smittað, og ein tilburður er funnin í Danmark.
Statens Seruminstitut í Danmark heitir á fólk um at fara til lækna, fáa tey leyst lív við blóði í, og serliga um tey nýliga hava verið í Týsklandi.
Í Týsklandi eru nøkur fólk deyð av bakteriuni.