Í dag boðar Nes kommuna frá, at tað er vandamikið at fara út á ísin, sum liggur á vøtnunum. Ávarað verður um ísin á Toftavatni og hinum vøtnunum í kommununi.
- Av tí, at ísurin á Toftavatni og hinum vøtnunum í kommununi er tunnur í støðum, mæla vit staðiliga frá, at fólk ferðast á ísinum, er áheitanin, sum Nes kommuna hevur lagt út.
Seinastu dagarnar hava vit sæð myndir, har bæði børn og vaksin spæla sær á ísinum, sum liggur á vøtnunum, nú vit hava havt kulda og góðveður fleiri fylgjandi dagar.
Hetta hava vit sæð í Vági, og hetta hava vit eisini sæð á Sandsvatni, vøtnunum í Nes kommunu og aðrastaðni, har børn og vaksin hava leitað sær út á ísin.
Ymiskt er, hvussu dýpið er á vøtnunum.
Onkur vøtn eru rættiliga djúp, og onnur eru grynri. Tað er stuttligt at spæla á ísinum, men spurningurin er, hvussu skilagott tað er.
##med2##