Ávara um háv

Ferðamálaráðið í Kroatia ávarar ferðafólk ímóti at svimja ov langt út frá landi, tí ein hávur er sæddur fleiri ferðir har norðuri í Adriatarhavinum.

Kroatiskir fiskimenn boðaðu herfyri frá, at teir høvdu sæð ein háv, og týsdagin boðaði manningin á einum oljupalli uttan fyri býin Pula frá, at teir høvdu eisini sæð ein háv. Fiskimenninir og manningin á oljupallinum eru samdir um, at hávurin er einar fýra metrar til longdar. Kroatisku myndugleikarnir hava sent skip at leita eftir honum, men til fábnýtis.

Vanliga eru tað bara smáir og vandaleysir hávar, sum halda til í Adriatarhavinum, men tað hendir av og á, at stórir hávar koma hagar. Myndugleikarnir vita um seks hávaálop tey seinastu hundrað árini, og í fýra av teimum seks førunum kravdu álopini mannalív, skrivar Reuters.