Várdagar upphiting til bátafestival

Skráin fyri Várdagar í Nes kommunu er ikki endaliga løgd enn, men borgararnir fáa nú ein forsmakk.

Í samband við bátafestivalin, sum verður á Toftum 3. mai, verður í ár skipað fyri ymiskum tiltøkum í vikuni frammanundan. Hesir dagar hava fingið heitið Várdagar.

 

Nevndin í Bátafelagnum á Toftum heitti í desember á Nes kommunu um at verða við til at skipa fyri eini mentanarviku í sambandi við bátafestivalin í ár.

 

Mentanarnevndin tók undir við áheitanini og hevur síðani havt fleiri fundir við Bátafelagið og hini frítíðar-og ítróttarfeløgini í kommununi.

 

Á bygdaráðsfundi 31. mars 2014 varð so samtykt, at Nes kommuna verður samskipari fyri ymiskum tiltøkum í vikuni frammanundan festivalinum. Hesi dagar verða nevndir Várdagar, og flestu tiltøk verða ókeypis.

Skráin fyri Várdagarnar er ikki endaliga løgd enn, men eins og undanfarin ár verður aftur í ár skipað fyri umhvørvisdegi - ruddingardegi - eina viku fyri bátafestivalin.

 

- Dagurin verður skipaður sum vanligt, og tá liðugt er at rudda, bjóða vit okkurt til matna, eins og plantupakkar verða útflýggjaðir. Eisini verður mótasýning og sangframførsla á skránni, sigur Nes kommuna.


Úr fyribilsskránni kann nevnast, at týsdagin 29. apríl skipa B68 og Roysni fyri ítróttartiltøkum á Svangaskarði, og um kvøldið hevur Niclas Heri Jákupsson fyrilestur við heitinum "Út við strongd – inn við lívsgleði”.

 

- Mikudagin 30 apríl verða tveir gongutúrar. Um morgunin verður gingið frá Gerðishúsunum út til kanónina, og um kvøldið verður gingið frá Gadda-húsunum og oman í Gamla Prestagarð. Á báðum túrunum verða frásøgufólk, sum fara at greiða frá.

Nes kommuna sigur, at hósdagin 1. mai verður almennur fyrilestur í húsunum hjá kvinnufelagnum, har Jansy Gaardlykke og Heidi Hvidbro frá Krabbameinsfelagnum fara at halda fyrilestur, umframt at mótasýning og skemt verður á skránni.

 

- Fríggjadagin 2. mai verður tvørkirkjulig sangløta í Nebo, har kór, bólkar og einstaklingar úr kommununi fara at luttaka.  

Lagt verður aftrat, at allar Várdagarnar verður Bátafestival Cafe í Oyrahandlinum, har eisini ein myndaframsýning við gomlum skipum úr Nes kommunu verður víst fram.

- Vit hava eisini skipað so fyri, at almenna svimjingin Várdagarnar verður ókeypis, sigur Nes kommuna, sum vísir á, at neyvari skrá fyri ymisku tiltøkini verður lýst seinni.