Ein maður var í gjár í grundlógaravhoyring í sambandi við eina handtøku leygarmorgunin.
Tað var ein støða í Havn, har tað var komið til ilnar millum nakrar persónar, og løgreglan kom uppí. Har fekk ein løgreglumaður eitt lítið spark í andlitið, umframt at løgreglufólkini blivu hótt.
Av tí at maðurin hevur dóm fyri nakað líknandi fyrr í ár, so varð mett, at málið skuldi roynast í rættinum, og tí var grundlógaravhoyring í gjár klokkan 9.
Rætturin gav ákæruvaldinum viðhald, og maðurin varð varðhaldsfongslaður.