Varisliga privatisering av almennum partafeløgum

Fyri at náa út til ein breiðan keyparaskara beinanvegin, eigur at verða kannað, um teir 6000 ? 7000 núverandi privatu partaeigararnir í Føroya Banka, og fyrrverandi eigarar í Sjóvinnubankanum og Føroya Banka, sum fingu teirra partabrøv niðurskrivað, ikki eiga at fáa ein fyrimun í samband við keyp av nýggjum partabrøvum, sigur Edmund Joensen í viðmerkingunum til uppskot um varisliga privatisering

ÓLAVUR Í BEITI


Edmund Joensen hevur lagt uppskot fram vegna Sambandsflokkin um at fara undir eina varisliga privatisering av teim almennu partafeløgunum, men tað skal verða beinanvegin.

Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Edmund Joensen, at Sambandsflokkurin hevur alla tíðina hildið, at so skjótt sum ringasta kreppan var av, átti at verðið farið undir eina normalisering av eigaraviðurskiftunum í Føroya Banka. Somuleiðis var ætlanin við at gera stovnar til partafeløg bara fyrsta stigið á leiðini, áðrenn farið varð undir at privatisera.

? Tað kemur eisini til sjóndar í avtalunum, sum vórðu gjørdar ímillum donsku stjórnina og Føroya landsstýri, hvørjar ætlanirnar vóru við Føroya Banka. Nevndin í Fíggingargrunninum kom eisini, saman við leiðsluni í bankanum, við beinleiðis uppskoti um, hvussu hetta kundi gerast.


Sølu av partabrøvum

Sambandsflokkurin mælir til, at farið verður undur eina varisliga sølu av partabrøvum til privatar. Byrjað verður við at selja til dømis eini 10 ? 15% fyrsta árið, fyri síðani at halda fram ár um ár, sigur Edmund Joensen.

? Fyri at náa út til ein breiðan keyparaskara beinanvegin, eigur at verða kannað, um teir 6000 ? 7000 núverandi privatu partaeigararnir í Føroya Banka, og fyrrverandi eigarar í Sjóvinnubankanum og Føroya Banka, sum fingu teirra partabrøv niðurskrivað, ikki eiga at fáa ein fyrimun í samband við keyp av nýggjum partabrøvum.

? Tað er ómetaliga týdningarmikið, at Føroya Banka verða skaptar bestu umstøður til at gerast ein av »krumtappunum« í føroyska fíggjarheiminum og samfelagnum. Við einum vaksandi privatum eigaraskara fer hann eisini at hava frísku menniskjasálina sum drívmegi. Vandin er stórur fyri at bankin, í verandi støðu, ikki fær virkað, sum ein fríur banki eigur at gera, millum annað tí at nevndarlimirnir eru politiskt valdir.


Bara 1. stig

? Í sambandi við, at Føroya Tele og partur av Tryggingarsambandi Føroya vórðu gjørd til partafeløg, var ætlanin at koma føroyska samfelagnum burtur úr tí monopolstøðu, sum feløgini høvdu. Hetta var fyri okkum í Sambandsflokkinum bara fyrsta stigið. Tann ætlanin er framd, og borgarin hevur longu merkt týðiliga broyting til tað betra, bæði í prísum og í betri tænastu.

? Næsta stigið er sjálvsagt at fara undir eina varisliga privatisering av hesum fyritøkum. Við hesum verður tryggjað, at menningin av fyritøkunum heldur fram, so borgarin framhaldandi fær eina betri og bíligari tænastu.

? Tá ið Sambandsflokkurin mælir til at fara varisliga fram, so verður her hugsað um, at sera umráðandi er at fáa rætta virðið fyri ognirnar hjá tí almenna. Eisini vil flokkurin við hesum tryggja, at sølan fer fram í millum føroyingar, sigur Edmund Joensen í viðmerkingunum til uppskotið.