Varligar útmeldingar frá nýggja EB/Streyms-venjaranum (FM1)

(FM1) Jákup Martin Joensen var gestur í fótbóltspanelinum hjá FM1 seinnapartin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina fótbóltspanelið sum var í SportBoxini á FM1 seinnapartin.

 

Gestur hjá Tróndi Arge var Jákup Martin Joensen, ið mong kenna sum formann í kappingarnevndini hjá fótbóltssambandinum.

 

Í sendingini var tosað um tíðina hjá Jákupi Martini sum fótbóltsspælari í EB/Streymi, B36 og AB í bestu fótbóltsdeildini, og um avbjóðingarnar sum eru hjá kappingarnevndina at fáa kabalina at ganga upp. Nakað sum kann verða ein avbjóðing.

 

Jákup Martin Joensen hevur roynt seg sum venjara í øllum deildum í ungdómsfótbólti, og nú hevur hann tikið við síni størstu venjaraavbjóðing nakrantíð í bestu fótbóltsdeildini, har hann skal venja EB/Streym sum hann umboðaði fleiri kappingarár sum aktivur spælari.

 

Jákup Martin Joensen meldar varisliga og ógvuliga diplomatiskt út um málsetningin komandi kappingarár. Hann sigur seg ikki kunna lova eitt fyrsta, fimta ella áttanda pláss. Hann ætlar at taka eina viku og ein dyst í senn.