Varskógvarar og tunlar í tinginum í dag

Løgtingsfundur er aftur á skrá í dag. Fýra mál eru til viðgerðar.

 

Løgtingsfundur er aftur á skrá í dag. Fýra mál eru til viðgerðar.

 

Tey bæði fyrstu málini, sum løgtingið skal viðgera í dag eru ársfrágreiðingarnar hjá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2016 og 2017. Hetta eru uppskot til samtyktar, har talan einans er um at góðkenna árfrágreiðingarnar.

 

Síðani skal eitt uppskot um varskógvaraskipan fyri alment sett starvsfólk til fyrstu viðgerð, áðrenn tað verður beint í fíggjarnevndina. Tað er landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, sum leggur uppskotið fyri tingið.

- Tað er av sera stórum týdningi, at starvsfólk, ið starvast í almenna geiranum, kunnu kenna seg trygg við at fráboða møguligt óreglusemi innan tað almenna. Hetta kann tryggjast við, at vit í Føroyum fáa skipað eina varskógvaraskipan fyri starvsfólk í almennum starvi, skrivar hon í viðmerkingunum til uppskotið. Hon vísir á, at grannalond okkara hava slíkar skipanir, men at í Føroyum finnast tær einans innan fíggjargeiran.

 

Hetta er eitt mál, sum eisini er umtalað í samgonguskjalinum, sum bleiv undirskrivað í septembur 2015.

 

Fjórða málið, sum er til viðgerðar í dag, er eitt uppskot hjá 11 andstøðulimum um at framskunda tunlarnar Norður um Fjall. Hetta skal gerast, við at broyta lógina um fast samband um Leirvíksfjørð, so at tunnilsfelagið fær heimild, saman við Landsverki, at brúka pening hjá partafelagnum til at fyrireika nýggju farleiðina Norður um Fjall, sum sostatt skal skiljast sum ein nátúrlig leingjan av Norðoyatunlinum.

 

Uppskotið leggur upp til, at partapeningurin í tunnilsfelagnum verður hækkaður, at tunnilsfelagið tekur eitt byggilán og at verandi tunnilsgjald heldur áfram til at fíggja rakstur og fíggjarkostnað av lánum.

- Á hendan hátt kann tunnilsgerðin framskundast eini 3-4 ár, skriva uppskotsstillararnir.

 

Sama uppskot bleiv lagt fram í farnu tingsetu, men fall tá.