Vaskikona fann háv í baðikarinum

Ymiskt er, sum fólk gloyma eftir, tá tey fara av hotelli, sum tey hava gist á. Tey mest vanligu tingini, sum liggja eftir, eru oftast fartelefonir, løðarar og myndatól.

Listin yvir, hvat fólk gloyma eftir, er langur, men nú er í hvussu er eitt komið á henda lista aftrat, sum neyvan hevur verið har áður.

Tá ein vaskikona fór at vaska eitt hotelkamar á The Tivoli Marina Vilamoura í Algarve í Portugál herfyri, fann hon einki minni enn ein livandi háv, sum lá og damlaði í baðikarinum.

Tað skrivar Huffington Post sambært norska Dagbladet.

Hetta var ein saltvatnshávur, og tí var hann ikki so væl fyri, tá vaskikonan fann hann í feska vatninum. Hetta endaði við, at hávurin varð hjálptur út í sítt egna umhvørvi aftur.