Komandi dagarnar blæsir ein streymur av kaldari luft við ælaveðri av útsynningi yvir Føroyar og sum frá líður verður avfallið vetrarkent. Fríggjadagin fer eitt stormlágtrýst væntandi yvir Føroyum ella beint norðan fyri Føroyar, við nógvum vindi og regni. Sìðani verður aftur kaldari úr norðri, men fyrst í næstu viku verður møguliga mildari.
Í dag verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum út á dagin og kvøldið makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og vátaslettings- ella regnæl, út á dagin skýggjað og regn av útsynningi. Hitin millum 2 og 6 stig. Um náttina snarar hann vindin í ein sunnan og landsynning og øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og stundum regn av útsynningi. Hitin fellur niður móti frostmarkinum.
Í morgin snarar hann vindin í ein útsynning og øtlar vindin upp í skrið ella storm, 18 til 25 m/s við hørðum hvirlum, men seinnapartin makar hann vindin niður í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Skýggjað og regn, seinni ælaveður og hitin millum 5 og 8 stig. Um kvøldið og náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind, í løtum upp í skrið av útsynningi og vestri, 10 til 18 m/s. Ælaveður og sum frá líður vátaslettingur ella kavi og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.
Leygardagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum snarar í ein útnyrðing og norðan og makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og vátaslettings- ella kavaæl og hitin millum 1 og 5 stig. Um náttina makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, og hitin fellur niður í 3 kuldastig til 2 hitastig.
Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum eitt bil makar nakað og verður av ymsum ættum. Okkurt kavaæl og sólglottar, seinni skýggjað. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig. Um kvøldið øtlar hann vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og landsynningi, 10 til 15 m/s, um náttina upp í skrið ella storm av landsynningi og útsynningi, 15 til 20 m/s. Avfall, partvís vátaslettingur og kavi og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig, út á náttina eitt vet lýggjari.
Mánadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum snarar í ein norðan og øtlar upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Skýggjað og regn, men sum frá líður samdrigið og regn ella vátaslettingsæl. Hitin millum 1 og 5 stig Um náttina verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s, samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.
Týsdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s og samdrigið við vátaslettings- ella kavaælum. Hitin um dagin millum 1 og 4 stig, um náttina millum 2 kuldastig og 3 hitastig.