Í dag liggur eitt stormlágtrýst nakað vestan fyri Føroyar. Eitt tilhoyrandi brúgvalag við avfalli fer fyrrapartin mánadagin framvið og tað tilhoyrandi lágtrýstið væntast at fara framvið Føroyum týsnáttina. Síðani streymar køld luft við kavaælum inn yvir oyggjarnar. Seinni í vikuni nærkast mildari veður Føroyum av suðri.
Fyrrapartin verður strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi og eystri, 13 til 18 m/s við hørðum hvirlum, men út á dagin snarar hann í ein útsynning og verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Nógv regn, seinni ælaveður og hitin millum 5 og 8 stig. Um náttina verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og vátaslettings- ella kavaæl og hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.
Týsdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, sum makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Samdrigið og kavaælingur og hitin millum 1 og 4 stig, um náttina millum 2 kuldastig og 3 hitastig.
Mikydagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/. Samdrigið og okkurt kavaælið og hitin úr frostmarkinum upp í 3 hitastig. Um náttina yvirhøvur turt og lot til andøvsgul av landnyrðingi, 3 til 8 m/s og hitin millum 4 kuldastig og 1 hitastig.
Hósdagin verður lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s, seinnapartin snarar hann í ein landsynning og verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar, seinnapartin skýggjað av vestri. Hitin millum 1 kuldastig og 3 hitastig. Um kvøldið øtlar hann vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, og tað fer at kava, seinni regn av útsynningi. Út á náttina snarar hann í ein útsynning og verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s og tað klarar í. Hitin verður millum 1 og 5 stig.
Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s, sum makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt ælið og hitin millum 2 og 5 stig. Um náttina gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, okkurt regn ella kavaæl og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.
Leygardagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Alt døgnið skýggjað og ælaveður og hitin millum 2 og 5 stig.