Vatn lekur undan loftinum í Eysturoyartunlinum

- Tunnillsfelagið og aðrir viðkomandi partar eru kunnaðir um lekan, men vit vita í løtuni ikki, hvat víðari hendir, sigur løgreglan.

 

 

Stutt fyri midnátt í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um, at vatn lekur undan loftinum í Eysturoyartunlinum.

 

Vaktleiðarin visti í mogun at siga, at tað er einar 600-700 metrar inni í tunlinum Hvítanesmegin, at tað lekur.

 

- Tunnillsfelagið og aðrir viðkomandi partar eru kunnaðir um lekan, men vit vita í løtuni ikki, hvat víðari hendir.

 

Løgreglan sigur, at vatnið, sum kemur undan tunnilsloftinum, rennur niður á breytina, har bilar koyra suður gjøgnum tunnilin.

 

- Vit halda, at talan er um feskt vatn. Vit vóru aftur har um 04-tíðina í nátt, og her kemur framvegis vatn undan loftinum.

 

Vaktleiðarin visti at siga, at tað er tunnilsfelagið, sum fer at taka sær av hesum og ikki Landsverk.

 

Landsverk hevur við vegirnar til og frá tunnilsvegunum at gera.

 

- Vit eru ikki serfrøðingar á økinum, og tí vita vit heldur ikki, hvussu hetta málið verður loyst, legði vaktleiðarin aftrat í morgun.

 

Sum skilst, hava serkøn fólk longu verið og kannað lekan, og tey meta ikki, at nakar vandi er á ferð.

 

- Men, bilførarar kunnu hvøkka við, tá tað knappliga dryppar vatn niður á bilrútin, meðan koyrt verður, verður lagt aftrat.

 

Á sínum Facebook-vanga sigur løgreglan í nátt, at talan helst er um vatn, sum hevur staðið í helluni, og sum nú er farið at renna.

 

- Hol er helst komið í sproytibetongið, sum tunnilsveggurin er klæddur við.  

 

Løgreglan leggur aftrat, at lekin verður umvældur sum skjótast - møguliga longu mánakvøldið, sum er í kvøld.