Vatn sum søluvøra

Vatn er ikki bara vatn. Sum so nógv annað riggar best at selja tað í fløskum

VATN

Í nógvar mátar eru vit í Føroyum modernaði. Tað, sum ger seg galdandi uttanlands, ger seg alofta eisini galdandi í Føroyum.
Soleiðis er tað kanska eisini við drykkimentanini. Tosað verður dúgliga um hetta, og tað eru mest bryggjaríini, ið hava sett hetta á skránna. Talan er sum oftast um øl og rúsdrekka, men eisini meira ella minni púra vanligt vatn vinnur fram.
Hóast vit í Føroyum eiga kanska heimins reinasta vant, er tað eisini hjá okkum spennandi at drekka vatn úr fløsku.
Tað er eitt sindur ymiskt, hvat verður koyrt í fløskurnar av brúsi ella møguliga eitt sindur av smakki.
Men rávøran er framvegis púra vanligt vatn.
Fleiri handlar, ið Sosialurin hevur tosað við, siga, at tey fólk keypa støðugt meira vatn. Tað eru fólk í ógvuliga blandaðum aldri, siga fleiri, men aðrir handlar siga seg selja mest til yngri kvinnur.
Og vatn eru jú sunnari enn brús og sukur.

Vanligt
Bæði Føroya Bjór og Restorffs hava í nógv ár selt Apolnaris og Club Soda. Men fyri nøkrum vikum síðani kom Føroya Bjór á marknaðin við einum nýggjum produkti, sum heilt einfalt verður rópt fyri Vatn.
Og tað er vatn í orðsins rætta týdningi. Gott vatn úr Klaksvík og eitt vet av kolsýru í 0,5 litur fløskum.
Stjórin í Føroya Bjór, Einar Waag, sigur, at Føroya Bjór vildi útbyggja sítt úrval, og tað er ein sannroynd, at vatn í øðrum londum og partvíst eisini í Føroyum er væl umtókt.
?Vit halda eisini, at tað føroyska vatnið er nakað serligt, og vit vilja fegin bjóða tað út ? ikki minst til ferðafólk, sigur Einar Waag.
Føroyskt vatn hevur fyrr verið frammi sum eitt møguligt produkt til útfluttning, og hetta er eisini nakað, Einar Waag kundi hugsað sær at gjørt, men tað er ikki bara sum at siga tað, at koma á eitt nú danska marknaðin.
?Men rávøran er góð nokk, sigur Einar Waag.
Frá Føroya Bjór frætti vit, at fólk higartil hava tikið væl ímóti nýggja vatninum.

Mest í Suðuroy
Petur Zachariasen tekur sær av søluni av vatni fyri Poul Hansen heilsølu. Tey eru umboð fyri Carlsberg, sum selir ymisk produktir við vatni umframt sodavatn.
Petur upplýsir, at tey hava roynt seg við vatni við brúsi og eru síðani komin við fløskum, har næstan einki brús er í.
Seinasta skríggj hjá Poul Hansen er Evian vatn. Hetta slagið av vatni er kent um allan heim. Eins og fleiri onnur av produktunum hjá Carlsberg í Danmark, er talan um kelduvatn. Hetta slagið er úr fransku alpunum, verður sagt. Evian verður í Føroyum selt uttan brús.
Við teimum royndum, Poul Hansen hevur gjørt, merkist, at føroyingar eru farnir at drekka vatn úr fløsku.
Petur Zachariassen sigur, at talan er ikki um nakra heilt stóra sølu, men tað hevur vundið upp á seg.
?Tað vísir seg, at fólk gjarna vilja drekka vatn úr fløsku. Tað er ikki tann stóri munurin frá vatni í krananum, men fólk vilja helst hava tað í fløsku, sigur Petur Zachariassen.
Sølan gongur best í Havn, og tað vísir ein tendensur uttanlands eisini, at sølan gongur best í stóru býunum.
Men sæð í mun til fólkatal, so eru suðuroyingar raskastir at keypa vatn, sigur Petur. Tað er ikki gott at vita, hvat hetta skyldast.
Og fylgja føroyingar gongdini aðrastaðni, so verður drukkið enn meira vatn og minni brús og sukur.