Kendi veturin, Tróndur Vatnhamar, sum eisini er málmansvenjari hjá B36, ætlar sær “all-in” til HM-endaspælið í Russandi, sum byrjar í dag. Hann heldur við Týsklandi, men Tottenham hjartað bankar eisini.
In.fo: Hvørjum heldur tú við til HM og hví?
Tróndur Vatnhamar: Týsklandi - fyrst og fremst tí tað er Týskland, og so eru enntá gomlu betongvegirnir frá seinna heimsbardaga enn í nýtslu (mergjaðir).
Hvussu fert tú at fylgja við HM?
Eg fari all-in. Til seinasta HM keypti eg frúuni eina íbúð - nú hevur hon fingið eini hús. Tað verður all incl. hjá Vatnhamar. Sjónvørp og teldlar verða misbrúktir komandi dagarnar.
Hvør væntar tú vinnur HM?
Týskland...hví, hmmm, tí tað er Týskland og gomlu betong vegirnir frá seinna heimsbardaga enn eru í nýtslu
Hvat HM endaspæl minnist tú best og hví?
Italia 90, og tað var heilt klárt Salvatore Schillaci, ið stjól myndina, pluss at "West Germany" vann. Síðani USA 94. Alt er bara størri í USA, og at Diana Ross kiksaði upp á tað allar fúlasta... googla tað!
Hvørjum spælara væntar tú tær mest av?
Eg havi eitt fetish fyri Onglandi og haldi við Tottenham. Lat okkum siga at Hurricane, aka Harry Kane, fær eitt framúr HM - hann hevur longt við Spurs, tí er einki press á manninum, seks ella fleiri kassar.
Hvør spælari og hvat fyri land væntar tú floppar?
Tað má verða handan har Ronaldo saman við Portugal - havi ongan fidus til teir. Tapa teir ímóti Spania í fyrsta dystinum, så der ballade!