Umboðsnevndin hjá SEV er heit fyri at halda fram við vatnorkuútbyggingini í Eysturoynni, men nú skulu kanningar gerast av, hvussu nógv vindorku kervið hjá SEV kann taka ímóti.
Fríggjadagin var umboðsnevndarfundur hjá SEV, og á fundinum, sum var ein eykafundur, legði stýrið fram eina frágreiðing um vatnorkuútbyggingina í Føroyum.
Umboðsnevndin var væl nøgd við hesa frágreiðing, og hon bað stýrið um at halda fram við arbeiðnum til mai mánað, tá vanligur umboðsnevndarfundur verður. Har verður møguliga onkur avgerð tikin um framtíðarorkuna hjá SEV.
Kanna vindin
Umboðsnevndin hjá SEV hevur biðið ein kanningarbólk kanna, hvussu nógv vindorku kervið hjá SEV kann taka ímóti frá nýggjum vindmyllum. Danska felagið DEFU skal verða til hjálpar í hesum kanningum.
Vindmyllurnar, sum verða gjørdar í dag, lata allar minst 600 kilowatt, meðan tann myllan, sum stendur uppi í dag, letur 150 kilowatt.
Tað ber ikki til at seta fleiri vindmyllur upp og lata orkuna til kervið hjá SEV, tí kervið klárar ikki endaleysa orku. Tí skulu kanningar nú gerast av, hvussu nógv kervið hjá SEV kann taka ímóti, og hvar tað er best, at møguligar vindmyllur verða settar upp.
? Umboðsnevndin hevur hug at gera meira vatnorkuútbyggingar, og vindorka kann eisini koma uppá tal, heldur enn at brúka motorar, sigur Hans Tausen Olsen, formaður í umboðsnevndini hjá SEV, sum var stak væl nøgdur við fundin fríggjadagin, har kjakast var um framtíðina hjá SEV.