Vatnið á Skælingi skal kókast

Kvívíkar kommuna hevur tvær fráboðanir um vatnviðurskiftini í kommununi í dag

Í dag heitir Kvívíkar kommuna á sínar borgarar á Skælingi um at kóka drekkivatnið.

 

- Arbeitt verður við at loysa trupulleikan, og tað verður lýst, tá trupulleikin er loystur.

 

Sambært Hagstovu Føroya búgva 13 fólk á Skælingi, sum er partur av Kvívíkar kommunu.

 

Kvívíkar kommuna hevur eisini eina aðra fráboðan um vatnviðurskiftini í dag.

 

- Vegna vatnleka verður skrúvað fyri vatninum á Eystaru Hellu í morgin, 3. juni frá klokkan 9, til arbeiðið er liðugt.

 

Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá kommununi í dag - www.kvivik.fo