Vatnveitingin á Trøllanesi fingið løggilding

Klaksvíkar kommuna hevur fingið løggilding til sína fyrstu vatnveiting, ið er vatnveitingin á Trøllanesi.

Klaksvíkar kommuna hevur fingið løggilding til sína fyrstu vatnveiting, ið er vatnveitingin á Trøllanesi. 

Hetta inniber, at mannagongdir viðvíkjandi framleiðsluhátti, útbreiðslu og arbeiðshátti eru góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Jóhan við Neyst, leiðari á vatndeildini hjá kommununi hevur staðið fyri arbeiðinum at fáa løggilding til vatnveitingina saman við uttanhýsis ráðgeving.

Óla Jákup Bech, tekniskur stjóri í kommuni og Jóhan við Neyst fingu handað løggildingina, og eru teir báðir fegnir um, at verða komnir á mál við at løggilda fyrstu vatnveitingini.

 

 

Mynd; Frá vinstru síggjast Hjørdis Haraldsdóttir Jensen frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni og Óla Jákup Bech og Jóhan við Neyst frá Klaksvíkar kommunu.