VB annað beinið í finaluni

Við tryggum sigri á útivølli ímóti Kyndli í fyrru hálvfinaluni í Coca Cola-kappingini hjá kvinnum lat VB ongan iva vera um, at tær ætla sær í finaluna

Kyndil-VB 19-25 (10-12)


Gongdin hjá Kyndli hevur ikki verið tann allarbesta í ár. Tær liggja á fjórða plássi, men munurin upp til nr. 3 er somikið stórur, at tað skal gangast teimum avbera væl, um tær skulu røkka bronsuheiðursmerkjunum.
Hjá VB hevur hinvegin ikki gingið so gali. Tær liggja nr. 3 í bestu kvinnudeildini, men munurin upp til oddaliðið, Stjørnuna, er bert tvey stig, so undan fyrru hálvfinaluni mátti VB metast at vera favorittur.
 
Grundin bleiv løgd
Mest sum frá fyrsta bríksli gjørdist greitt, at henda dystin ætlaði VB at vinna. Fyrstu løtuna var Kyndil annars frammanfyri, men tá VB fekk gongd á, so gjørdist tað trupult hjá Kyndli. Longu eftir 10 minuttum byrjaði VB at fara frá Kyndli, og eitt skiftið í fyrra hálvleiki førdi VB við 4 málum, og nú sá ikki so gott út hjá Kyndli. Sjálvt um grønklædda havnarliðið spældi fínt, so høvdu tær tó stórar trupulleikar av at fylgja við vágskvinnum.
Síðstu løtuna av hálvleikinum megnaði Kyndil tó at svara aftur, og tá liðini fóru til hálvleiks var dysturin púra opin. Tá førdi VB 12-10.
 
VB vann trygt
Gongdin í seinna hálvleiki var júst tann saman, sum í fyrra. Fyrstu løtuna fylgdi Kyndil væl við, men tá VB fekk gongd á spælið, so hevði Kyndil stórar trupulleikar. 10 minuttir inn í seinna hálvleik vóru enn bert 2 mál á muni, men so leyp VB avstað. Nú fekk VB verjuna at koyra ordiligt, og í næstan 10 minuttir loyvdu tær slett ikki Kyndli at skjóta mál. Í hinum endanum skoraði VB fleiri ferðir, og tá Kyndil endiliga skoraði aftur, tá var munurin longu blivin 7 mál, so nú var dysturin í roynd og veru avgjørdur.
Síðstu løtuna kom Kyndil eitt sindur betur við í dystin, men VB lat tær ongantíð koma heilt tætt aftur. Endaliga úrslitið gjørdist 25-19 til VB, og nú skal ganga illa hjá vágskvinnum, um tær ikki skulu røkka finaluni. Í dystinum í gjárkvøldið lótu tær í øllum førum ongan iva vera um, at tær ætla sær at taka lut í steypafinaluni fyrst í næsta mánaða.
 
Fakta
 
Kyndil-VB 19-25 (10-12)
Málskjúttar:
Kyndil: Randi Wardum 6, Lina Andriulyte 5 (1), Anja Heinadóttir 3, Barbara Egilstrøð 2, Súsanna Petersen 1, Bjørg Syderbø 1, Ronja Mikkelsen 1
VB: Daiva Tuomaite 11 (2), Ivana Ljubicic 8 (3), Rannvá Johannesen 2, Svava Vestergaard 2, Laila Jespersen 1, Jóna Thorsteinsson 1
Brotskøst: Kyndil 2, VB 5
Útvísingar: Kyndil 4, VB 1
Dómarar: Karstin & Kristian Joensen