Tað var ein beinleiðis dystur um at fylgja við oddaliðnum, VÍF, tá ið kvinnuliðini hjá Kyndil og VB hittust í Havn í kvøld. Undan dystinum vóru liðini jøvn á øðrum plássi við 11 stigum í part.
Kyndil var á odda at kalla allan fyrra hálvleik. Tað var javnleikur 2-2 og 3-3, men síðani dró heimaliðið frá, og tað var eisini Kyndil, sum fór til hálvleiks á odda 14-12.
Í seinna hálvleiki varðveitti Kyndil leiðsluna leingi, men júst ikki nóg leingi, tí tveir minuttir fyri leiklok javnaði VB fyri fyrstu ferð síðani støðuna 3-3 – hesaferð til 21-21.
21-21 bleiv eisini endaliga úrslitið. Hetta er aðruferð í ár, at Kyndil og VB spæla javnt, og eru liðini nú framvegis jøvn á øðrum plássi við 12 stigum, sum er eitt færri enn oddaliðið VÍF.
Kyndil – VB 21-21 (14-12)
Kyndil: Anna A. Brimnes 6, Turið Arge 5, Bjarta O. Johansen 4, Bára K. Hansen 3, Marianna G. Eystberg 2, Sólja B. Poulsen 1
VB: Agnes Fallesen 4, Barbara Hjelm 4, Gurið K. Augustinussen 4, Bára K. Mortensen 3, Caroline Ladefoged 3, Mathilde M. Pedersen 3