Tað var umráðandi hjá báðum liðum at fáa trý stig, tá NSÍ og VB hittust í Runavík leygardagin. Serliga vágbingar høvdu stigini fyri neyðini, tí teir høvdu møguleikan at sleppa vekk av niðasta plássinum, um úrslitini annars vóru teimum til vildar.
NSÍ hinvegin kundi við einum sigri koma uppá annað pláss, og harvið verða við í stríðnum um heiðursmerki.
Lítil ferð á
Byrjanin av dystinum var heldur linlig. Nógv spæl gekk fyri seg millum teir báðar brotsteigarnar, og fáir møguleikar vóru. Sum fyrri hálvleikur leið setti NSÍ meiri ferð á, og komu runavíkingar eisini fram til onkrar góðar málmøguleikar, sum kundu givið mál.
VB legði størri dent á verjupartin, fyri síðani at royna seg við mótálopum. Hetta eydnaðist eisini væl, og tað var uppá eitt slíkt mótálop at VB eftir eitt gott korter kundi leggja seg á odda. Dan Djurhuus bleiv spældur fríur og setti bóltin trygt í málið.
Restin av fyrra hálvleiki gekk fyri seg uppá sama hátt. NSÍ hevði bóltin meira, meðan VB helt seg eitt sindur aftur og bíðaði eftir møguleikum fyri mótálopum.
Beint sum ein trúði at fyrri hálvleikur skuldi endað 1-0, svóvu verjuleikararnir hjá NSÍ eina løtu, og brádliga stóð 3-0 til VB. Í seinasta minuttinum eydnaðist Birgir Jørgensen at skjóta tvey mál, so vágbingar kundu fara til hálvleik við einari tryggari leiðslu.
Okkurt skuldi henda hjá NSÍ til seinna hálvleik, skuldi runavíkingar fáa nakað burturúr dystinum. Teir komu eisini út til seinna hálvleik við einum heilt øðrum vilja, og fingu lagt trýst á VB. Og tað gingu ikki meir enn átta minuttir, so var spenningur aftur í dystinum.
Jústinum Hansen fór einsamallur ígjøgnum VB-verjuna og setti bóltin í málið til 1-3.
Nógvir málmøguleikar
Men hóast NSÍ nú royndi at koma fram á vøllin, so var tað sum um at liðið ikki megnaði at halda trýstið móti VB-málinum. Í staðin fingu vágbingar fleiri góðar møguleikar sum skuldu givið mál, og burdu teir havt avgjørt dystin langt fyrr enn hann veruliga bleiv avgjørdur.
VB gav NSÍ mønustingin tá tað restaðu okkurt um 10 minuttir. Tá kundi Símun Samuelsen skjóta bóltin framvið málverjanum hjá NSÍ, eftir at hann slapp at renna einsamallur móti málinum.
Hóast Mortan Hansen fekk minkað til 2-4 beinanvegin, so var tað ov seint hjá NSÍ. Í yvirtíðini fekk VB eitt mál aftrat, so endaliga úrslitið gjørdist 5-2 til vágbingar. Seinasta málinum stóð Símun Samuelsen eisini fyri.
Samanumtikið hevði NSÍ meira spæl, men sigurin hjá VB var uppiborin, tí vágbingar komu fram til nógvar møguleikar serliga í seinna hálvleiki, tá NSÍ kom langt fram á vøllin, í royndini at koma aftur í dystin
VB fekk tískil trý kærkomin stig, sum gera at vágbingar fara framum HB, sum sostatt nú liggur niðast. NSÍ misti møguleikan at koma uppá annað pláss í tí sera tøttu og jøvnu 2.deild.
Dysturin í tølum:
NSÍ-VB 2-5(0-3)
0-1: Dan Djurhuus
0-2: Birgir Jørgensen
0-3: Birgir Jørgensen
1-3: Jústinus Hansen
1-4: Símun Samuelsen
2-4: Mortan Hansen
2-5: Símun Samuelsen