VB fekk einki við sær

Stjørnan-VB 25-21 (11-10)

VB, sum tapti á heimavølli móti Neistanum fyri viku síðani, er nú av álvara í vanda fyri at missa plássið í FM-finaluni.

Í dag var VB á truplari uppgávu í Klaksvík, og tað eydnaðist teimum ikki at fáa nakað við sær.

VB stríddst annars væl, og munurin var rættiliga lítil, til einir 10 minuttir restaðu. Tá prógvaði Stjørnan enn einaferð, hvussu væl tær eru fyri kropsliga, og so meira ella minni runnu tær sigurin heim.

Bestú málskjúttarnir í dystinum vóru sum ikki einaferð Simona Petersen og Daiva Toumate. Tær skutu ávikavist 8 og 12 mál.