Í Vági hava teir gjørt sáttmála við tveir útlendskar spælarar, sum skulu styrkja liðið komandi kappingarár.
Talan er um áleyparan Nenad Zivanovic, sum eisini spældi við VB í 2002. Seinasta árið hevur Nenad spælt í 3. deild í Jugoslavia, har hann eisini er toppskjútt, nú kappingin er komin í helvt, upplýsir heimasíðan hjá VB.
Hin leikarin, sum VB hevur gjørt sáttmála við, er Edvard Ble. Hann kemur av Fílabeinsstrondini, men hevur seinastu fimm árini spælt í Danmark, har hann hevur umboðað bæði AAB, FC Aarhus og FC Nordjylland.