VB køvdi Kyndil

Hondbóltur: Kvinnurnar hjá VB eru væl við í kappingini um at bjóða Neistanum av, og sigurin á Kyndli fríggjakvøldið styrkti munandi um støðuna á stigatalvuni

Kvinnurnar hjá VB, sum síðsta kappingarár fleiri ferðir argaðu tey fremstu, tykjast vera førar fyri meira enn bara at arga hetta kappingarárið. Sum er, hevur VB sama stigatal sum Stjørnan, men hevur spæl ein dyst minni og hevur annars eina málúrtøku, sum er trý mál verri, og tí er Stjørnan enn frammanfyri.
VB legði fyri við at vinna á heimavølli ímóti bæði Stjørnuni og Tjaldri, men síðani hevur liðið tapt á útivølli fyri Neistanum. Fríggjakvøldið var so fjórði dysturin á skránni ímóti Kyndli, sum vegna samfelagsmøti hesa ferð ikki hevði heimavøll í ítróttarhøllini á Hálsi, men í Hoyvíkshøllini.
Kyndil hevur havt eitt sindur blandað úrslit í vetur, tí liðið byrjaði við at spæla javnt ímóti VÍF, men hevur síðani vunnið á Tjaldri og StÍF og tapt tepurt fyri bæði Neistanum og Stjørnuni. Og undan dystinum fríggjakvøldið var Kyndil eitt stig framman fyri VB, sum kom á vitjan.
Her var kortini einki at gera, tí VB stormaði avstað næstan frá fyrstu løtu og vann sær mitt í fyrra hálvleiki ein avgerandi fyrimun, ið skuldi vísa seg at halda. VB var á odda 8-3 mitt í fyrra hálvleiki og hevði leiðsluna 15-10 í steðginum, og tað eydnaðist ongantíð Kyndli aftur at fáa fatur í vágskvinnum, ið onkra løtu vóru á odda við níggju málum og tískil vunnu dystin trygt.
------------

1 Neistin 5 165 104 61 10
2 Stjørnan 5 122 109 13 6
3 VB 4 106 96 10 6
4 Kyndil 6 144 148 -4 5
5 VÍF 4 101 105 -4 4
6 StÍF 5 110 143 -33 2
7 Tjaldur 5 123 166 -43 1

Kyndil-VB 23-30 (10-15)
Kyndil: Randi S. Wardum 7, Annika Sigurðsdóttir 4, Anja Heinadóttir 3, Anna Brimnes 2, Jórun S. Ludvig 2, Birita Mortansdóttir 2, Guðrið G. Eystberg 1, Bára K. Hansen 1, Bjarta Johansen 1
VB: Bára K. Mortensen 8, Helga Ey. Kjærbo 7, Rannvá Johannessen 5, Gurið K. Mortensen 4, Natasha Ivanovski 3, Una Egillsdóttir 2, Andrea Nielsen 1