Hondbóltur
Tað var lagt upp til eitt ordans hondbóltsbrak í ítróttarhøllini á Hálsi leygardagin. Afturat VB og Stjørnuni hevur Neistin í ár givið ábendingar um, at tær eisini vilja spæla í oddinum, og tí var talan um eina veruliga styrkisroynd, tá tær nú skuldu taka ímóti VB.
Mansverjur á muni
Fyrstu lítlu løtuna av dystinum sá eisini út til, at Neistin skuldi skapa veruligan spenning um úrslitið, men spakuliga fór VB at draga meira frá.
Og orsøkin var heilt eyðsýnt, at gestirnir høvdu fleiri streingir at spæla uppá. Heilt skjótt stóð greitt, hvussu stóra virðing partarnir høvdu fyri hvørjum øðrum. VB legði seg mest sum alt fyri eitt út á Simonu Petersen, so hennara leiklutur varð avmarkaður, og Neistin svaraði skjótt aftur við at seta Daivu Toumaite út av spælinum.
Men meðan hetta í løtum mest sum tóktist steðga Neista-spælinum fullkomuliga, so hevði VB eisini aðrar streingir at spæla uppá. Tað gjørdi eisini góðan mun, at Gurið Mortensen nú er heima í jólafrí, og í øllum førum gav hetta eina eyka breidd í spælið, soleiðis at leikferðin kundi haldast á einum støðugt hægri støði enn tað, sum mótstøðan maktaði.
Tær bláu royndu eisini at halda ferðini uppi, men hetta viðførdi eisini fleiri mistøk, sum VB fyri tað mesta takkaði fyri við at økja enn meira um munin.
Og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur longu í steðginum. Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki royndi Neistin annars at gera eitt sprell, og fleiri ferðir tóktist tað eisini, sum skuldi tær skapa nakað av spenningi, men heilt tætt gjørdist tað ongantíð. VB hevði fult tamarhald á støðuni, og so kundu tær staðfesta, at tað verða tær, sum fara at taka dystin upp við Stjørnuna.
Toppurin knekkaði
Seinna uppgerðin millum tey bæði oddaliðini verður tó ikki fyrr enn í januar mánaði, og fram til tá mugu tær í VB so helst smyrja seg við, at tær eru næstbestar. Men tað eru tær so í øllum førum væl og virðiliga, hóast tær ivaleyst hava eina vón um, at tær bláu fara at verða nakað betri upplagdar, tá tær um góðan mánað fara at royna seg á heimavølli móti Stjørnuni.
Í størri mun munnu tær í Neistanum tó nú fara at hugsa um, at halda seg omanfyri Søljuna. Tann spurningurin tykist í øllum førum meira nærliggjandi. Og svarið til hetta fæst eisini fyri ein part longu komandi vikuskifti, tá Neistin skal vitja á Giljanesi.
Fakta um dystin
Neistin-VB 20-24 (8-15)
Málskjúttar
Neistin: Ása Dam á Neystabø 7, Simona Petersen 4(1), Annika Thomsen 3, Marjun Tróndarson 2, Unn Kragesteen 2, Jórun Ludvík 1, Kára á Dunga 1
VB: Rannvá Augustinussen 6, Daiva Toumaite 5, Aukse Vysniaskaite 3(1), Gurið Mortensen 3, Sólrun Krosslá 2, Margreth Augustinussen 2, Christina Holm 2, Laila Jespersen 1
Brotskøst: Neistin 4, VB 2
Útvísingar: Neistin 1
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen