Hondbóltur
Hjá bæði VB og VÍF er talan í vetur um kappingarár, har byrjað verður av nýggjum.
Tey bæði liðini hava hvør í sínum lagi vunnið FM-heitið seinasta 10-ára skeiðið, men við blaðungum spælarum á flestu plássunum er tað ikki hetta, sum hevur verið fremst í huganum í vetur.
Hjá VB hevur støðan eisini viðført, at felagið sá seg noytt at styrkja um hópin, og eingin ivi er um, at nýggi spælarin, Migle Senvaityte, gjørdi sítt sunnudagin.
Hon stóð nevnliga fyri 14 av málunum hjá VB í dystinum, men hetta var kortini ikki nóg mikið móti einum VÍF-liði, sum spakuliga hevur funnið størri og størri støðufesti í spælinum.
Stóri skjúttin hjá vestmenningum hevur alt árið verið Liljan Djurhuus, men hon varð sera væl vard hesaferð. Tað gav tó eisini rúm til aðrar spælarar, og í stóran mun vóru tað hesar, sum tóku av og avgjørdu dystin sunnudagin.
Matematiskt er VB ikki fokið enn. Men tað er eingin ivi um, at tær nú hava knívin at barkanum. Komandi vikuskifti spælir VB heima móti StÍF, og gevur tann dysturin tvey stig, kann VB við sigri í útidystunum móti VÍF og StÍF toga seg upp á javnstøðu við tey bæði í stigum.
Hjá VÍF tykist talan hinvegin vera um reina succés hetta kappingarárið. Byrjanin var alt annað enn løtt. Men støðugt hevur verið arbeitt víðari við konseptinum, ið longu nú tykist bera somikið langt, at liðið kann veitra farvæl til allan niðurflytingarvanda.