VB skipar fyri stuðulsrenning

Í dag klokkan 14 skipar VB fyri stuðulsrenning. Í Vági er vakurt vatn og er ætlanin at leikarar fara at renna kring Vatnið. Í VB-húsinum verður vedding á skránni, eins og VB bjóðar ein kaffimunn og køkur. Felagið fer væntandi í næstum at skriva sponsoravtalu við Suðuroyar Sparikassa

Vágbingar fáa høvi at stuðla VB í dag, leygardagin, tí klokkan 14 skipar felagið fyri stuðulsrenning og hugnaløtu.
Leikarar úr 1. deild og 2. deild, eins og unglingar, far at renna kring Vatnið. Fólk hava á stuðulsbløðum høvi at tekna seg fyri ávíst gjald, 5 ella 10 krónur t.d., fyri hvønn kilometur ein leikari rennur.
Leikarar hava útvegað sær ein ella tveir stuðlar, eins og stuðulsbløðini hava ligið í handlum og vitjað hevur eisini verið í húsini at vita, um áhugi er at stuðla.
Talan er um eini 30 leikarar, ið fara at renna í ein tíma, ella so. So skal metast um, hvussu nógvar kilometrar einstaki rennarin rennur.
Meðan runnið verður, skipar VB fyri hugnaløtu í VB-húsinum. Kaffi og køkur eru at fáa ókeypis.
Men í VB húsinum verður eisini skipað fyri vedding, ið snýr seg um at gita, hvussu nógvar kilometrar runnið verður tilsamans.

Skriva brátt sponsoravtalu
Tiltakið er til frama fyri virksemi felagsins. Felagið ásannar, at nógvur peningur skal til at reka felagið. Vágbingar hava langa leið at ferðast í samband við dystir og hetta ger ikki raksturin bíligari.
Felagið vónar, at vágbingar taka undir við tiltakinum.

Samstundis, sum felagið fær nakrar krónur í kassan, so er hetta ein hugnaløta og eitt byrjanartekin um, at kappingin er í hondum og harvið eitt sera spennandi fótbóltssummar, ið krevur sítt.
VB fer væntandi í næstum at skriva sponsoravtalu við Suðuroyar Sparikassa.