VB truplan útidyst

Mest spennandi dysturin í fremstu kvinnudeildini hetta vikuskifti er óivað dysturin í Havn millum Neistan og VB.

Tríggir dystir eru á skránni í Sunset-kappingini hjá kvinnum hetta vikuskifti. Í Havn fáa steypafinalistarnir úr Neistanum vitjan av VB, sum hóskvøldið í evstu løtu tapti dystin um hitt pláss í steypafinaluni til Stjørnuna.

Er Neistin avbjóðari?
Tað hevur onkuntíð verið sagt, at Neistin kann gerast ein avbjóðari til Stjørnuna og VB um trúnina í føroyskum kvinnuhondbólti, men tað verður neyvan í ár, at so verður. Herfyri hevði havnarliðið vitjan av oddaliðnum Stjørnuni í Havn, og tá vunnu klaksvíkskvinnur ein greiðan sigur upp á níggju mál.
Nú er tað so hitt oddaliðið, VB, ið kemur á vitjan á Hálsi, og so skal neistamanningin standa sína roynd. Tað er vert at hava í huga, at liðið hjá vágbingum allarhelst er eitt sindur viðtikið bæði kropsliga og sálarliga, nú tær hava spælt heili tríggjar dystir seinastu vikuna. Seinasta vikuskifti spældu tær fyrst leygardag ein harðan dyst móti Søljuni í Vági, sunnudagin var oddadystur í Klaksvík, sum VB vann stórt, og hóskvøldið taptu tær seinnu hálvfinaluna móti Stjørnuni í Klaksvík tepurt.
Talan er altso um eitt ómetaliga strævið tíðarskeið hjá vágskvinnum, og spurningurin er, um tað fer at hava síni árin á avrikini úti á vøllinum.

Grannauppgerð
Á Giljanesi verður tað, ið vit næstan kunnu rópa fyri eina grannauppgerð, tá ið Søljan fær vitjan av VÍF. Vágakvinnur hava verið tað stinnara av hesum báðum liðunum higartil í kappingini, men seinasta sunnudag høvdu vestmannakvinnur styrkt um liðið hjá sær við bæði Nikolinu Eyðbjørnsdóttir og Alis Høghamar, og tað ger góðan mun hjá VÍF.
Um so VÍF fær vart fyri Nicoletu Radu Hansen hjá Søljuni, so er nógv vunnið, tí vanligani skorar hon okkurt um helmingin av øllum málunum hjá Søljuni. Hinvegin kunnu eisini bæði Lina Andriulyte og Heidi Maria Akselsen gera nógv mál, so har er nógv hjá VÍF-verjuni at ansa eftir.
Hjá Søljuni ræður um at fáa vart fyri skjótálopunum hjá VÍF, har tær báðar Nikolina Eyðbjørnsdóttir og Fríða Marjunardóttir kunnu verða sera vandamiklar.
Seinasti dysturin í Sunset-kappingini um vikuskiftið verður í Klaksvík, har Stjørnan fær vitjan av StÍF. Her eru klaksvíkskvinnur stórfavorittar at vinna dystin, og hóast tær eisini hava spælt nógvar dystir í seinastuni, so eigar tað ikki at geva teimum nakrar trupulleikar sunnudagin.
StÍF er eitt av niðaru liðunum í kappingini, og tað hevði verið einki minni enn ein sensatión, um tær fingu nakað stig við sær aftur úr Klaksvík.