VB-Tjaldur 34-22 (16-15)
Ein landskappingardystur millum 1. kvinnuliðini hjá VB og Tjaldrinum varð leiktur í Vági sunnudagin. Talan gjørdist ongantíð um ein serliga spennandi dyst, tí VB vann sannførandi 34-22, eftir at Vágskvinnur bert vóru frammanfyri 16-15 í hálvleikssteðginum.
Sum Sosialurin skilir, var talan sum heild um ein sera vánaligan hondbóltsdyst.
Tað var annars VB, sum kom betur frá byrjan og tvey, trý mál skiltu partarnar alla tíðina. Men miðskeiðis í fyrra hálvleiki eydnaðist tað Tjaldrinum at javna til 8-8, og veruligur spenningur kom í dystin aftur.
Liðini fylgdust at kalla allan fyrra hálvleik, og kanska vóru tey flestu eitt sindur bilsin av, at Tjaldur megnaði at spæla upp við VB í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki settu VB kvinnurnar meira ferð á sítt spæl, og tá var týðuligt at síggja, hvat var betra liðið. VB tók seg alt meira frá Tjaldrinum, og tá avtornaði, vann VB stórt heili 34-22.
Úr Vági frætta vit, at tað var klassamunur á liðunum báðum í seinna hálvleiki. Tjaldrið hevði ikki tað stóra at bjóða, og VB sigurin var tí ongantíð í vanda.
VB kvinnurnar vóru leygardagin í Havn og leiktu fyrru semifinaluna í steypakappingini. Hesin dysturin var móti Neistanum, og tá vann Neistin tepurt við bert ein máli. Úrslitið av tí dystinum gjørdist 22-21 til Neistan.
Úr Vági siga tey, at tað tóktist sum um, at dysturin í Havn leygardagin sat í beinunum á leikarunum, og at hetta kanska var ein orsøk til, at so illa gekst í hond í fyrra hálvleiki. Úr Vági ásanna tey tó, at torført var hjá leikarunum at seta seg upp til dystin, tí talan var um eitt so mikið vánaligt mótstøðulið. Men tað hevur víst seg so ofta. Smærru liðini kunnu saktans arga tey stóru av og á, og helst hava VB kvinnurnar fingið ein skelk í fyrra hálvleiki sunnudagin, tá mótstøðan var størri enn væntað.
Trupulleikar tóku seg annars upp í høllini í Vági sunnudagin. Vøllurin gjørdist nakað vátur at spæla á. Serliga við tað eina máli var torført hjá leikarunum at standa á beinunum, men tó fekk ongin skaða av tilburðinum.
Úr Vági frætta vit, at fólk fara at kanna vøllin í nærmastu framtíð, soleiðis at spælast kann á honum aftur komandi vikuskiftið.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
VB: Rannvá Augustinussen 8, Gurið Mortensen 8, Regina Rádó 7, Arnleyð Krosslá 6, Sólrun Krosslá 5 (5)
Tjaldur: Sunrid Gleðisheygg 7 (3), Kristine Ellingsgaard 4, Hansa Mikkelsen 4, Mona Langgaard 3, Oddvá Fossdalsá 2, Heidi Jacobsen 1, Sonja Gleðisheygg 1
Brotskøst:
VB 6, Tjaldur 3
Útvísingar:
VB 1, Tjaldur 3
Dómarar úr VÍF:
Jan Møller og Erling Heinesen