Veðrið í dag og mikudagin:

Fleyr til gul av ymsum ættum ella av eystri og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 3 og 7 stig.

Veðrið hósdagin:
Fleyr til gul av landsynningi og eystri og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitn millum 5 og 8 stig.

Veðrið fríggjadagin og leygardagin:
Fyrst lot av ymsum ættum ella av norði og yvirhøvur turt og sólglottar, men leygardagin upp í stívt andøvsgul av norði og kanska okkurt ælið. Hitin millum 3 og 7 stig.

Í gjár:
Eitt hátrýst, 1035 hPa. sunnan fyri Ísland fer spakuliga í útnyrðing norðan. Eitt brúgvalag við Føroyar fer vestureftir.

Í dag:
Ein hátrýstryggur frá havinum vestan fyri Ísland yvir Føroyar til Norður-Skandinavia gevur góðveður á okkara leiðum teir komandi dagarnar.