Veðrið er kalt men gott

So er næsti dagurin á Summar festivalinum byrjaður og var tað Beinir sum fyri løtu síðan trein á pall á Torginum sum tann fyrsti í dag.

 

 

Samstundis sum Beinir spælir á Torginum, so hitar Christopher upp á Vágsbøi, til konsertina kl 21 í kvøld. 

 

 

Her er fitt av fólki komi longu nú og eru tað serliga børn, saman við foreldrum, ið spæla og hugna sær meðan Beinir framførir.

 

 

Eisini er fótbóltsdystur á skránni í Klaksvík í dag ímillum KÍ og Víking, hann endar nú hvørja løtu og væntast kann at fleiri fólk leita sær inn á økið beint eftir dystin. 

 

 

Hóast tað er heldur turrari í dag enn í gjár, so er gott at í øllum førum hava heit klæðir við og ongantíð betur um tú hevur regnjakkan við, fyri at brynja teg um tað skuldi hent seg at okkurt æl skuldi komi.

Beint nú sirmar eitt sindur og er eitt lítíð lot, ið er rættuliga kalt - men sum heild er veðri gott.